Fyrsta norðurlendska ferðsluvirðislønin latin

Fríggjadagin var fyri fyrstu ferð latin ein norðurlendsk ferðsluvirðisløn. Hetta hendi í sambandi við fimmtiára hátíðarhaldið hjá Norðurlendska Ferðslutrygdarráðnum (NTR)

Ferðslutrygd

 
Tað var Claes Tingvall, professari, sum fekk heiðurin at fáa fyrstu stóru ferðsluvirðislønina upp á 5000 evrur frá Norðurlendska Ferðslutrygdarráðnum.
Hann fekk virðislønina fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri ferðslutrygd. Tingvall er nevniliga verkfrøðingurin aftan fyri Nullhugsjónina.
Í ferðslutrygdarhøpi ganga norðurlond ganga undan, samanborið við onnur lond.
- Framyvir fara vit at lata hesa virðislønina hvørt ár. Hon verður latin fyri at eggja nýskaparum, granskarum, undirvísarum, poltikarum og teimum, ið taka avgerðirnar ella einstaklingum til at stríðast enn meira fyri, at styrkja okkara støðu, sum heimsleiðandi í ferðslutrygd.  
- Claes Tingvall hevur í stóran mun verið við til at styrkt hesa støðu, og tað kann sigast, at Nullhugsjónin eru vorðin ein útflutningsvøra, sum eisini nevndin í EU i ferðslutrygdini, sigur Matti Järvinen, formaður í NTR.
Nullhugsjónin bleiv viðtikin í Svøríki í 1997, í Noregi í 2001 og í Føroyum í 2006.
Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið er paraply felagsskapurin hjá Nationalföreningen för trafiksäkerhetens främjande, Svøríki, Rådet for Større Færdselssikkerhed, Danmark,  Trafikskyddet, Finland, Trygg Trafikk, Noregi, Umferðarstofa í Íslandi og Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Føroyum.
Les meira á:
 http://www.rfsf.dk/object.php?obj=4b0c2774&SearchLogID=203144
 http://www.tryggtrafikk.no/?module=Articles;action=Article.publicShow;ID=2406
 http://www.ntf.se/Tidning/default28986.asp