Tað hevur verið siður í mong ár at hava slíkar páskastevnur í Havn og á Skála. Men nú samkoman í Kelduni tók tann nýggja bygningin í nýtslu í fjør, verður hann nú karmur um páskastevnuna 2005.
Á páskastevnuni verður luttøka ymsastaðni frá í Føroyum. Dentur verður nevniliga lagdur á at nýta føroyskar samkomuleiðarar og aðrar góðar og framstandandi talarar úr okkara egna landi.
- Vit trúgva, at henda páskastevnan fer at reisa Guds menn og kvinnur upp, sum vilja ávirka og taka ábyrgd fyri okkara landi og fólki, sigur Pauli Høj, sum er samkomuleiðari í Kelduni.
Út frá hesum er eisini heitið fyri stevnuna tikið "At liva á eggini", sum vísir á ein hátt at liva fyri Harran, so ikki tað humanistiska tíðarrákið skal vinna frama her á landi.
Eins og undanfarin ár verður nógv gjørt burtur úr stevnuni. Millum tiltøkini kunnu nevnast morgunmøtir, festmøtir, barnamøtir, familjumøtir, syngið-við-kvøld og ungdómskvøld við m.a. drama- og dansiframførslu.
Samstundis við hesa páskastevnuna verður 2. byggistig í Kelduni tikið í nýtslu.
Kristnu virðini
At Keldan í fjør kundi taka tann nýggja samkomubygningin í brúk, hevur skapt ein hóp av møguleikum fyri tiltøkum í húsinum.
Nú ber væl til at skipa fyri eini slíkari stevnu í Kelduni, sum hevur tær allar bestu umstøðurnar at halda eina slíka stevnu, sum skiftir annaðhvørt ár millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin.
Við páskastevnuni í ár vónar Keldan, at kunna kveikja lív og íblástur í samkomulívið í Føroyum.
-Á henda hátt er endmálið at verða til uppbyggjan og endurnýggjan fyri øll trúgvandi.
-Okkara bøn er tí at vit skulu síggja menniskju frelst, grødd og loyst, soleiðis at tey kunnu fara í tænastu fyri Harran, sigur Pauli Høj.
Gjøgnum boðanina á páskastevnuni er ætlanin at vísa á, at okkara land skal verða ein fyrimynd, har tey kristnu virðini og kristnu sannleikarnir ganga fram. Soleiðis kunnu vit, sum ein lítil tjóð, eisini vera við til at ávirka aðrar størri tjóðir kring okkum.
Á stevnuni verður somuleiðis høvið hjá fólki at koma fram til forbøn fyri sjúku og øðrum tørvum.
Víðka bygningin
Tað var einki minni enn ein stórhending, tá Keldan í fjør kundi taka í nýtslu tann stóra samkomubygningin í Skálafirði.
Hesin bygningur er liður í eini størri verkætlan hjá Kelduni, sum umfatar møtisal til eini 900 fólk, matstovu, kømur og annað. Verkætlanin umfatar eisini skúlastovur.
-Við hesum fasilitetum er tí møguligt at hava størri stevnur, konsertir og tílíkt her hjá okkum, sigur Pauli Høj.
Nýggi bygningurin hevur sera framkomna útgerð hvat viðvíkur ljóði, ljósi og øðrum hentleikum, til at halda bæði møtir og konsertir í.
Ætlanin er at taka 2. byggistig, har sum matsalurin er, í nýtslu undir stevnuni. Hesin matsalur rúmar 250 fólkum, og fer beinanvegin í sving við at matgerða, meðan stevnan er.