Fyrsta røðan hjá Liljuni Weihe

Framsøgurøða 14. februar 2023

 

Valentinsmessa

 

Í dag er Valentinsmessa. Ella Valentine’s Day, sum dagurin verður róptur – eisini her hjá okkum. 14. februar.

 

Sosialu miðlarnir eru fullir av lýsingarherrópum, sum vilja hava okkum at “ hjúkla um kærleikan” ella at ferðast “Beinleiðis til kærleikans bý á ástarfund”. Alt í royndini at skapa eina ímynd av, at kærleiki er til keyps.

 

Hóast dagurin nú er kommersialiseraður, hevur hesin kærleiksdagurin verið hátíðarhildin í yvir 1500 ár. Við kærleiksboðum og -blómum – men uttan sjey rættum á matstovu, ástarfundum í París og marglætissjokolátu.

 

Eg havi ongantíð áður givið hesum degnum ans, men nú vit viðgera uppskot um at lata 7 milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina og aðrar 500.000 kr. til jarðskjálvtaarakta økið í Turkalandi og Sýria, hevur Valentinsmessa knappliga fingið innihald. Veruligt innihald.

 

Altjóða ábyrgd og samhuga. ***

 

Eg gleðist tí eisini um, at tað er júst í dag, at eg haldi mína fyrstu røðu á Løgtingi. Ikki tí tað er Valentinsmessa, men tí málið er so týdningarmikið og fer at gera mun hjá teimum, sum tørvar tað allar mest.

 

***

 

Ukraina

 

Í dag eru 356 dagar síðani russisku innrásina í Ukraina. Í 356 dagar hava ukrainar liva í ótta og ótryggleika. 356 dagar við bumbubrestum og ruðuleika.

 

Túsundavís eru deyð. Milliónir eru flýdd undan krígnum – 131 teirra til Føroyar.

 

***

 

Men ukrainar hava eisini víst okkum, at hetta eru 356 dagar við dirvi, vón og kærleika.

 

Spurningurin er ikki um tey vinna kríggið, men tá tey vinna. Har er ongin ivi í teirra sál!

 

***

 

Ukrainska fólkið veit, hvørjum tey berjast fyri, tí tey hava so nýliga vunnið tað. Frælsið sum tjóð og fólk!

 

Her er ein leyslig týðing av fyrsta ørindi av ukrainska tjóðsanginum – við forkvinnunar loyvi:

 

Aldri fór heiður, æra og frælsi Ukraina

Lagnan skal aftur smíla á tykkum, mínir ungu brøður

 

1

 

Okkara fíggindar vilja farast, sum døgg fyri sól

Og vit, brøður, skulu aftur ráða, í okkara egna landi Fyri fíggindanum vit okkum aldrin vilja geva

- Saman vit vísa, at vit eru kosakkabrøður

 

Sangurin er yrktur av Pavlo Tsjubinskyj í 1862, og bleiv kosin tjóðsangur, eftir Ukraina gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1991.

 

Flestu ukrainar minnist tíðina undir Sovjetsamveldinum – og ynskja seg ikki aftur! Tey standa saman og berjast – bókstaviliga – fyri landi og fólki.

Við hjálp frá vesturheiminum – eisini úr Føroyum.

***

 

Turkaland og Sýria

 

Sunnukvøldið hitti eg Ismail. Ismail Ulash. Ikki í veruleikanum, men í sjónvarpinum.

 

Ismail Ulash er úr týrkiska býnum Antakya. Íbúðarbygningurin hann búði í er rapaður – og undir øllum leivdunum liggja kona hansara, Vasvia, og abbasonurin, lítli Ismail.

 

Í dag eru átta dagar síðani hann sá tey á lívi. ***

 

Yvir 36.000 fólk eru deyð av jarðskjálvtunum, sum raktu Turkaland og Sýria í síðstu viku. Og túsundavís eru særd.

 

Í 12 ár hevur kríggj herjað í Sýria. Milliónir er flýdd undan deyða og ruðuleika. Og nú eru tey eisini rakt av hesi náttúruvanlukku, meðan kuldin ger um seg í økinum.

 

Tey uppliva kreppu omaná kreppu omaná kreppu... Samstundis sum neyðhjálpin hevur trupult við at sleppa framat.

 

***

 

Í Antakya situr Ismail Ulash á gongubreytini uttanfyri rapaða íbúðarbygningin og bíðar. Hann og túsundavís av øðrum vita ikki, hvussu framtíðin verður. Tey vita nóg illa, hvar tey skulu sova í nátt.

 

***

 

Eitt sindur er betri enn onki

 

Hvønn mun gera 500.000 túsund krónur í hesum vónloysinum? Skal eg svara erligt? Helst ikki serliga nógv, um vit hyggja eftir tí stóru myndini.

 

Men sera nógv fyri tann einstaka.

Sambært ST-flóttafólkastovninum UNHCR fæst ein heitur jakki, stivlar og handskar fyri 175 kr.

 

2

 

2000 kr. røkkur til neyðsynjarvørur til eina heila familju í Sýria. Og fyri 4.000 kr. afturat fær familjan eisini eitt tjald at búgva í.

 

Tað merkir, at umleið 80 familjur kunnu fáa heit klæði, neyðsynjarvørur og tak yvir høvdið fyri tí hálvu milliónina vit lata til økið í dag.

 

***

 

Vit kenna ikki vavið á hesi náttúruvanlukku enn. Og eg má siga fyri mín part, at eg haldi væl, at vit kunnu lata meira enn eina hampiliga føroyska ársløn í neyðhjálp til Turkaland og Sýria.

 

***

 

Fyri júst 18 árum síðani samtykti Løgtingið eisini eina líknandi bráðfeingisjáttan til neyðhjálp. Hetta var aftaná øgiligu flóðalduna í Indiska havinum 2. jóladag í 2004. Uml. 250.000 fólk doyðu og økið var í sori. Tá játtaði Løgtingið 3 milliónir krónur í neyðhjálp, sum tá var mett at vera ein risa upphædd fyri eitt pikka lítið land, sum okkara.

 

Um hetta mundið var menningarhjálpin bara 300.000 kr., minnist meg rætt. ***

 

Síðani eru vit vaksin – bæði sum fólk og tjóð – og taka á okkum nógv størri altjóða ábyrgd. Tað er nakað vit øll kunnu vera errin av.

 

Uttan mun til, hvør hevur sitið í samgongu, so er játtanin til menningarsamstarv og neyðhjálp vaksin við uml. 10 milliónum krónum seinastu 10 árini, so vit nú lata 13 milliónir krónur til menningarsamstarv og neyðhjálp.

 

***

Hetta er ikki nokk – langt frá, spyrja tit meg – men avgjørt eitt fet á rættari leið.

 

Málið hjá ST er, at vit, heimsins ríkastu lond, skulu lata 0,7 prosent av okkara bruttotjóðarinntøku í menningarhjálp. Vit eru langt frá tí málinum.

 

Bruttotjóðarinntøkan í Føroyum er einar 23-24 milliardir krónur. So kunnu tit rokna restina út. ***

 

Neyðhjálpin vit í dag, á Valentinsmessu, fara at lata til Ukraina er 7 milliónir krónur. Hetta er størsta einstaka upphædd, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp.

 

Eg fegnist um, at vit – tvørturum samgongu og andstøðu – standa saman um júst slík mál. At vit tá hava eina rødd. Og sama endamál.

 

***

Takk fyri, frú forkvinna.

 

3