Nú fer fyrsta sendingin av hesum putlara-klæðunum avstað. Ein partur fer til eitt av fátækastu londunum í Europa, Hvítarusland.
Her er talan um pløgg úr bummull, sum annaðhvørt eru bundin ella seymað til húgvur, troyggjur, kjólar, undirklæði og annað.
Fyrrapartin í dag var Suni Vinther farin undir at pakka øll hesi klæðini niður í eskjur, nú ætlanin er at fáa tey til røttu viðkomandi.
Hetta tiltakið byrjaði á vári í fjør, og hava føroyskir putlarar tikið sera væl undir við tí.
Samstundis við at putlara-klæðini verða send av landinum, fara somuleiðis 45 brúktar fartelefonir sama veg.
Her er talan um fartelefonir, sum fólk lata inn til Reyða Kross og sum síðani sendir tær til Onglands. Her fær felagsskapurin millum 30 og 40 krónur fyri hvørja teirra.