Fyrsta slagið um høvuðsstaðin

Við einum sigri kann HB av álvara krøkja grannarnar av í oddastríðnum, meðan árstalsfelagið hinvegin enn eina ferð skal til próvtøku

Fótbóltur

 

Undan kappingarbyrjan vóru kanska ikki tey heilt nógvu, sum roknaðu við, at talan skuldi verða um oddabrak, tá HB og B36 dystaðust.

Júst tey bæði liðini hava meira enn nakar annar sett sín dám á føroyskan fótbólt seinnu árini, men eitt ættarliðsskifti hjá B36 bar við sær, at vónirnar til teir hava verið skrúvaðar nakað niður.

Eftir fýra heimadystir er B36 tó framvegis væl við, og teir siga seg aftur fara eftir øllum, nú mótstøðan kemur frá grannunum.

 

Óbroyttar manningar

HB varð hinvegin frá byrjan roknað millum favorittarnar, og við 10 av 12 møguligum stigum hava teir eisini livað upp til hetta heitið. Eisini hóast talan bert gjørdist um javnleik á Toftum sunnudagin.

Og hjá báðum pørtum verður hópurin helst neyvt tann sami hesaferð, sum hann var um vikuskiftið.

Hjá HB er Marcyn Dawid framvegis skaddur, men Tróndur Vatnhamar prógvaði seinast, at hann vælk og virðiliga er førur fyri at loysa av í málinum. Longur frammi á vøllinum er Páll Mohr Joensen við at koma seg eftir skaða, men tað er tó ivasamt, um hann er við í hópinum hesaferð.

Hjá B36 var Ingi Højsted einasta fráveran seinast, og hann er enn ikki tøkur. Allir hinir í hópinum vandu tó longu aftur mánakvøldið, og so er spurningurin bara, um Heðin Askham blandar kortini á sama hátt hesaferð.