Flogbólturin í Føroyum hevur bygt upp eina stolta tradisjón við steypafinalum síðani 2000, og nú er tradisjónin við einum serligum steypahálvfinaludegi eisini komin upp at koyra.
Tá Fleyr og Mjølnir møttust í tí fyrstu steypafinaluni í 2000 var talan um ein dyst við "Nordic Score".
Um hetta serliga "Nordic Score" skrivar heimasíðan hjá FBF: "Í ár 2000 var í Norðurlondum eksperimenterað við einari serligari norðurlendskari stigaskipan, men henda var kortini skjótt slept aftur.Spælt var í hálvleikum, og tað liðið sum fyrst vann tveir hálvleikir, vann dystin. Um liðini vunnu hvør sín hálvleik, varð dysturin avgjørdur við einum javnbrótara, sum gekk upp í 15.Í hvørjum hálvleiki galt um at vinna tvey sett. Hvørt settið gekk upp í 21. Tann sum so fyrst vann tvey sett, hevði tá vunnið ein hálvleik. Men um liðini vunnu hvør sítt sett, so var hálvleikurin avgjørdur við einum javnbrótara, sum einans gekk upp í 7!Innviklað? Tja... kanska tað ikki var so løgið, at henda skipanin ikki vann frama." Skrivar fbf.fo um hesa løgnu stigaskipanina.
Tveir sum vóru við til at leika fyrstu steypafinaluna vóru Trygvi Poulsen hjá Mjølni og Jan Hentze hjá Fleyr.
Mjølnir vann dystin 2-1 (21-17; 15-21; 7-2) (16-21; 20-22) (15-10)
Hvørki Trygvi Poulsen ella Jan Hentze sakna "Nordic Score" stigaskipanina, um enn Trygvi Poulsen undirstrikar, at hesin steypasigurin er eitt gott minnið hjá honum og hinum, ið vóru á liðnum hjá Mjølni í steypafinaluni í 2000. Fleyr vann FM, og tapti bara ein dyst hetta árið, og tað var so steypafinalan.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Trygva Poulsen og Jan Hentze undan steypahálvfinalunum í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.