Fyrsta steypið hjá Adinu

– Vit stríddust og spældu sum eitt lið. Vit vóru allar um tað og vit vunnu, segði toppskjúttin hjá Tjaldri í kvinnufinaluni, Adina Petrea, sum vann sína fyrsta steypakapping nakrantíð

Adina Petrea er kanska besti kvinnuligi hondbóltsspælari, sum nakrantíð hevur spælt í Føroyum, men hóast 29 ára gamli rumenin hevur roynt eitt sindur av hvørjum, var hetta fyrstu ferð, henni untist at standa sum steypavinnari. Leygardagin eydnaðist henni fyri aðru ferð at skriva søgu við Tjaldri, tí hon var eisini við í 2009, tá Tjaldur bleiv føroyameistari.
– Eg hevði ongantíð vunnið nakra steypakapping fyrr, so tí var tað eyka deiligt at kunna gera tað við Tjaldri, sum heldur ikki fyrr hevði vunnið steypakappingina, segði Adina, sum við 11 málum gjørdist toppskjútti í steypafinaluni.
– Tá eg vaknaði í morgun, hevði eg eina góða kenslu, sjálvt um eg visti, at hetta fór at verða ein trupul dystur. Men vit gjørdu tað gott í verjuni og stríddust væl, og vit vildu veruliga vinna henda dystin. Vit stríddust og spældu sum eitt lið. Vit vóru allar um tað og vit vunnu.
Ímóti endanum gjørdist hon ímyndin av sigrinum, tá hon skoraði fimm tey síðstu málini. Serliga tey bæði síðstu vístu hennara klassa, men sjálv helt hon ikki, at tað var nakað serligt:
– Eg haldi, at tað vóru mínar royndir, ið tá komu væl til góðar. Tað lá líkasum til mín, at eg skuldi taka ábyrgd, og tað gjørdi eg so.