Fyrsta steypið til Mourinho

Inter Milan og Roma stríðast eisini um meistaraheiti í Seriu A, har liðini liggja síð um síð í oddinum. Finalan var leikt á heimavøllinum hjá Roma, Stadio Olimpico, men tað var ikki nokk fyri Claudio Ranieri og hansara menn.

 

Diego Milito skoraði einsamalla málið í dystinum, tá goðir fimm minuttir manglaðu av fyrra hálvleiki. Í eini roynd at venda dystinum, skifti Roma Francesco Totti inn í seinna hálvleiki. Hann fekk tvey gul kort og harvið reytt gott, áðrenn dómarin bríkslaði av.

 

Jose Mourinho hevur nú vunnið tað fyrsta av trimum møguligum gullheiðursmerkjum. Umframt at kunna vinna Seriu A, so er Inter Mlan eisini í Champions League finaluni.

 

Inter Milan ? AS Roma(1-0) 1-0

1-0 Diego Milito (40)