Fyrsta stigið tikið fyri tónleikinum

    

John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
???????????????????????????????????????????


Mikudagin samtykti ein stórur meiriluti av løgtinginum at heita á landsstýrismannin í mentamálum saman við kommununum at gera eina lýsing av møguleikunum fyri at útvega spælistøð kring landið

Fyrsta stigið hjá politisku skipanini at betra um viðurskiftini hjá tónleikarum í Føroyum er nú tikið. Mikudagin samtyktu 24 av 26 tingfólkum í tingsalinum at heita á landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, at gera eina frágreiðing at leggja fyri løgtingið um møguleikarnar at útvega spælistøð kring landið.

Breið politisk semja
Sum tingmaður við áhuga fyri at betra um viðurskiftini hjá tónleikarum fegnist eg um tað breiðu politisku semjuna, sum var í løgtinginum um hetta málið.

Tað var Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sum legði uppskotið um áheitanina á landsstýrismannin fyri tingið tann 4. mars, væl vitandi um, at ávísir samgongulimir hava boðað frá, at teir ynskja at betra verður um viðurskiftini hjá evnaríku tónleikarunum í Føroyum.

Hetta málið varð viðgjørt í mentanarnevndini, har eg sjálvur eri limur. Bæði samgongu og andstøðufólk í mentanarnevndini samdust skjótt um at hetta var eitt skilagott uppskot, og mæltu vit tí í felag til at samtykkja tað.

Kommunurnar hava ábyrgdina
Tað er fyrst og fremst ein uppgáva hjá kommunum at syrgja fyri, at ungu og evnaríku tónleikararnir fáa spælistøð at venja í á ymisku plássunum kring landið.

Men kortini haldi eg sum landspolitikari, og fleiri við mær, at tær almennu Føroyar eisini eiga at hava ein virknan politikk á hesum týðandi mentanarøki. Tað er umráðandi, at almennu Føroyar senda út ein boðskap um, at her eru nøkur viðurskifti, ið eisini eiga at raðfestast. Tað gjørdu vit so mikudagin, tá vit samtyktu áheitanina á landsstýrismannin.

Helst tekur tað nakað av tí, áðrenn lýsingin av viðurskiftumum hjá tónleikarunum er liðug. Men vónandi hevur tingið nú sent út rætta boðskapin til kommunurnar. Ein boðskap um, at her er ein uppgáva at loysa.