Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen hava verið sera stinnir á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Áðrenn dystin ímóti einum sera sterkum Elverum-liði ígjár hevði Fyllingen Bergen vunnið fimm dystir og spælt ein javnan í seks heimadystum, men ígjár var so tap í hondum á heimavølli á fyrsta sinni hetta kappingarárið.
Elverum vann 31-29 á Fyllingen Bergen. Fyrri hálvleikur gjørdist dýrur fyri Kjartan Johansen og liðfelagarnar. Í steðginum var Elverum á odda 19-14. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Elverum eina sjeymálsleiðslu, men Fyllingen Bergen stríddi seg innaftur í dystin, og kom uppá 24-26. Men útiliðið megnaði at halda tveymálsmunin.
Kjartan Johansen skoraði eitt mál í dystinum ímóti Elverum ígjár.
Komandi uppgávan hjá Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini er á útivølli ímóti Kolstad. Tann dysturin verður spældur 4. februar.
Kjartan Johansen fer nú saman við hinum føroysku landsliðsleikarunum at fyrireika seg til HM-undankappingina í Italia, har Rumenia, Ukraina og Italia verða mótstøðuliðini.
Støðan:
Nr | Lið | D | Stig |
---|---|---|---|
1 | ØIF Arendal Elite | 14 | 21 |
2 | Drammen | 14 | 20 |
3 | Elverum | 11 | 19 |
4 | Halden Topphåndball | 14 | 19 |
5 | Haslum HK | 14 | 17 |
6 | FyllingenBergen | 14 | 14 |
7 | Bækkelaget Håndball Elite | 13 | 14 |
8 | Bodø HK | 14 | 11 |
9 | Falk Horten | 13 | 10 |
10 | Kolstad | 13 | 9 |
11 | Sandnes | 14 | 8 |
12 | Nøtterøy Håndball | 14 | 0 |