Fyrsta tiltakið í Eldraárinum

Fyrsta tiltakið í Eldraárinum verður mánakvøldið komandi kl. 19.00 í Býráðshøllini í Klaksvík

Anfinn Kallsberg, løgmaður, setir fundin. Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni og nú limur í fyrireikingarnevndini av Eldraárinum, fer at halda fyrilestur um heilsustøðuna hjá eldri fólki. Jógvan við Keldu, býráðsformaður og løgtingslimur, greiðir frá ætlanum um eldraíbúðir og sambýli undir Kráarbrekku. Á skránni verður eisini tónleikur, felagssangur og kaffi og køkur.