Fyrsta toppuppgerðin í ár

Fýra av liðunum í 1. Deild – næst besta deildin í Føroyum – kunnu flyta upp í bestu deildina, og øll hesi vunnu í fyrsta umfari. Um vikuskiftið verður næsta umfar á skránni, og fyrsta toppuppgerðin í ár verður á Hamrinum á Argjum, har TB kemur á vitjan

Eftir at bæði liðini vunnu trivaligar sigrar í fyrsta umfari, sum eisini staðfestir favorittstatus hjá teimum báðum, fara tvørámenn á vitjan hjá argjamonnum. Hóast tað bert er tíðliga í kappingini, er ein góð byrjan, sera umráðandi hjá teimum, ið kappast um uppflyting.


Fýra favorittar

Eftir fyrsta umfar, ið var eitt sera málríkt umfar, kann staðfestast, at tey fýra, ið undan kappingini vóru at meta sum favorittar til oddastríðið. AB, TB, VB/Sumba og 07 Vestur vunnu øll sínar dystir, og serliga AB og 07 Vestur fingu veruliga hol á málskjútingina, við ávíkavist sjey og seks málum. TB fekk trý mál í sínum fyrsta dysti, og VB/Sumba fekk 4, so alt bendir á at hetta fer at vera eitt málríkt kappingarár. Somu ábendingar eru eisini at síggja í Formula Deildini, har fyrsta umfar var tað málríkasta síðan 2001. So nógv gott er í væntu fyri okkum fótbóltssvøku, ið tuska frá dysti til dyst.


Góð byrjan er lykilin

Skal ein gera sær vónir um at vera við, heilt frammi í oddinum, er umráðandi at fáa eina góða byrjan. Hetta er sannroynd, ið ikki er til at vika. Skjótt er at tapa nøkur stig, og tá gerst skjótt eitt op, ið oftast er trupult at tætta aftur. Á Argjum vænta báðir partar ein javnan og tættan dyst, og hvørgin parturin torur at tippa um nakað úrslit. Seinast liðini møttust á Argjum var fyrraárið, tá TB vann 1-0, við máli frá Olivuri Abrahamsen. Olivur gjørdist enntá toppskjútti í deildini í síðsta ár, men í ár hevur hann ikki vant eins nógv, og spælur tí enn við næstbesta liði felagsins.

Bæði av Argjum og av Tvøroyri hoyrist at hóparnir eru fullmannaðir, og mótið er gott undan ársins fyrsta oddabraki.


Arbeiðsloyvir

TB hevur í nøkur ár havt styrk í hópinum úr Afrika, har upprunaliga tveir leikarar komu til felagið. Talan er um 19 ára gamla Daniel Nyarko og 20 ára gamla Emmanuel Larby, úr Ghana. Seinastu árini hevur tó bert Daniel verið eftir í Føroyum, og nú er so eisini hesin farin av aftur landinum. Orsøkin er, at hann í venjingardysti móti HB fyrr í ár, varð so illa skaddur, at felagið ikki sá seg ført fyri aðrari avgerð enn at senda mannin heim aftur. Í hansara stað er komin Joseph Bassana úr Senegal. Joseph er 21 ára gamal, og spælur best á framrættaðum miðvallarplássi. Spennandi verður at síggja, um hesin kann fylla eins nógv, og tildømis Daniel gjørdi tað.


Hini bæði oddaliðini

Nýggja felagið í Vágum, 07 Vestur byrjaði varið í fyrsta dysti sínum í ár, men tá útiliðið hevði lagt seg á odda, kom verulig luft undir vengurnar. Vágaliðið vant burturúr KÍ, og tá avtornaði høvdu teir skorað heili seks ferðir. Umframt hesa flottu framførslu, tóku teir móti besta liðnum hjá B36 í steypakappingini, mikukvøldið, og har megnaðu teir heilt óvæntað at halda formula liðnum á knøunum, og ikki fyrr enn brotsspørk skuldu skjótast, reyk 07 Vestur út. Hetta bendir á, at 07 Vestur verður ein tíðandi styrki í ár, og ivaleyst fara teir fullir av sjálvsáliti inn á Toftir um vikuskiftið.

Eisini VB/Sumba er at metast sum eitt av liðunum, ið fer at kempa um oddasessirnar, og teir vunnu eisini sín fyrsta dyst, um enn hann var tepur. VB/Sumba vann 4-3 móti NSÍ í fyrsta umfari, og tá teir fara til Havnar í morgin, mugu teir metast at vera favorittar til at fara við øllum suður um Suðuroyarfjørð aftur.


Dystaryvirlit


Fótbóltur

Formuladeildin

Dagur Dystur            Dómari

05.04 B68-NSÍ          Petur Reinert

06.04 B36-Víkingur   Ransin N. Djurhuus

06.04 KÍ-HB              Páll Augustinussen

06.04 B71-EB/S        Rúni Gaardbo

06.04 ÍF-Skála          Dagfinn Olsen


1. deild

05.04 AB-TB               Bárður Mortensen

05.04 HB-VB/S           Jan Skorðadal

05.04 KÍ-Víkingur       Høgni Hansen

05.04 B68-07 Vestur  Birgir Sondum

05.04 EB/S-NSÍ          Georg Rasmussen


Kvinnur

06.04 B36-VB/S           Bent T. Linklett

06.04 Víkingur-KÍ        Vinjard Dam

06.04 AB-Skála           Thorvald Petersen