Hóskvøldið skipa ÍSB og FSF á fyrsta sinni fyri Unified kapping í Føroyum. Unified er heiti fyri kappingar og venjingar har fólk við mennnigartarni hava ein partnara uttan menningartarn. Tað kann vera ein vinur, ein skúlafelagi, ein stuðul, eitt foreldur ella annað. Bæði spæla so á sama liðið
- Hetta er fyrstu ferð vit royna Unified í Føroyum, og vóna vit at undirtøkan verður góð. Stuttligt er tað í hvussu er, skrivar ÍSB.
Í minsta lagi helvtin av liðnum skal hava menningartarn, annars verður kappast eftir vanligum reglum. Kappingin er eins sonevnd 5-a-side kapping, har fimm spælarar eru á hvørjum liði. Kappingin verður á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 18. Seinasta freist at melda til luttøku er týsdagin 8. septembur.