Stór venjing var í Hovstunnlinum týskvøldið. Venjingarætlanin bjóðaði stórar avbjóðingar til løgreglu, læknar, sjúkra- og sløkkilið og bjargingarfeløg í Suðuroynni. Trupulleikin var, at ikki færri enn tvey ymisk ferðsluohapp vóru hend. Nakað inni syðru megin hevði ein bilur rent á ein lut á vegnum og ein bilur hevði síðani rent í afturpartin á hesum bilinum. Fólk sótu føst í bilinum.
Við norðara tunnilsmunnan var eisini eitt óhapp. Roykurin frá fyrra óhappinum órógvaði við norðara munnan og her var eisini ógjørligt at koma inn, so sjúkrabilar og onnur, ið komu av Tvøroyri, máttu tí eftir gomlu leiðini um Hovsegg í heldur vánaliga veðrinum, og inn syðru megin.
Eftir venjingina var tíðindafundur, ið var partur av venjingini. Síðani eftirmettu partarnir, og mongu eygleiðararnir venjingina, ið sum heild varð mett at ganga væl.