Fyrsta venjingin hjá Rógva

Nýggja norska felagið hjá Rógva Jacobsen, Hødd, vandi fyri fystu ferð í gjár. Hetta var eisini fyrsta venjingin hjá Rógva í Noreg, og hon gekk væl

Sambært heimasíðuni hjá Hødd vísti Rógva góðar taktir til venjingina. Tað sama gjørdi hin nýggi leikarin, ið eitur Vemund Brekke Skard.

Vant var á graslíkisvølli, sum ikki er heilt ókent fyri Rógva. Ferðin var høg og menn vóru svangir eftir at sleppa í gongd, skrivar heimasíðani hjá Hødd.