Tað bleiv ein havnardama, sum gjørdist fyrstafødda barnið í ár. Hon er fjórða gentan í reiðrinum hjá Duritu Reynheim og Andreas Petesen 1. januar 2010 klokkan 07.25 á morgni áttu Durita Reynheim og Andreas Petersen úr Havn eina fitta og vælskapta dóttur á Landssjúkrahúsinum.
Hetta er fjórða gentan í reiðrinum hjá teimum báðum nýbakaðu foreldrunum í Gæsugøtu í Ternuryggi í Havn.
Tá nýggi familjulimurin kom heim av sjúkrahúsinum í gjár, 3. januar, tóku tríggjar spentar systrar í aldrinum 3, 8 og 13 ár ímóti.
- Tær eru sjálvandi sera forliptar, sigur 33 ára gamla Durita Reynheim, sum hevur havt tað gott, meðan hon hevur gingið við barninum. Eisini gekk føðingin væl.
- Tað gekk so skjótt, at tað var um reppið, at vit náddu út á sjúkrahúsið, sigur Durita, sum var sett at eiga júst 1. januar.