Fyrsti bussur í Danmark sum koyrir við vetni

Nú Havnin skal hava aðrar býarbussar, er kjak íkomið um teir skulu vera el- ella dieseldrivnir. Mangt er, sum bendir á, at menn ikki hava varnast, at tað finst ein triðji møguleiki - vetnisbussurin.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

 

Fyrsti vetnisdrivni býarbussurin er komin til Danmarkar, og er í fastari rutu í Keypmannahavn. Hann er gulur uttan, og innan eru setrini blá, ja, hann minnir nógv um ein vanligan buss.

 

Í mun til el-bussin tekur tað bert fáar minnuttir at fylla tangan, og mótvegis dieselbussinum, er einki CO2-útlát.

 

Tangarnir eru uppi á takinum – uttan fyri sjálva kabinuna. Vetni (brint) er ikki at spæla við, og er sera eldfimt, men pressuumboðið fyri Toyota, Anders Tystrup, sigur, at fólk eiga ikki at óttast, tí tangarnir eru bæði spreingingar-, samanstoyts- og skottryggjaðir. Harumframt hava teir fest nakrar smáar sokallaðar sniffarar á teir, og í somu løtu bert eitt pikkulítið útlát er, fer lokið av tangunum, og brintið fer til himmals.

 

Tá ið tangarnir eru fyltir, ber til at koyra 400 km við brintbussinum. Hann er nærum ljóðleysur, og einasta ”dálkingin” er, at tað rennur eitt lítið sindur av vatni niður á vegin, tá hann koyrir.