Fyrsti dagur í nýggjum kapitli

Í dag byrjar skúlagongdin aftur í skúlunum kring landið.
Um 680 næmingar eru í dag farnir undir eitt nýtt skeið í lívi teirra. Eitt skeið sum fer at hava mangar broytingar við sær tey komandi árini.

Gerandisdagur byrjaði eisini fyri tey 17 øgiliga spentu børnini, sum í morgun kl. 10 skuldu í Kollafjarðar skúla á fyrsta sinni. Hetta er samstundis fyrstu ferð at næmingar fara í tann nýumvælda skúlan.
Tey 17 kollfjarðarbørnini hava gingið við spenningi í langa tíð, og hava sæð fram til henda mánadagin, 14. august 2006. Spurningurin var bara, nær tey skuldu møta.
Dagin hava tey vitað leingi. Tað vantaði bara lýsingin um, nær skúlagongdin byrjaði.
Hesar seinastu dagarnir hava børnini og foreldrini neyvan tosað um stórt annað enn 1. skúladag. Og í morgun upprann hann so umsíðir.
Okkurt barnið hevði verið uppi síðani sólin reis fyrr í morgun, og okkurt barnið hevði havt ilt við at sovna í gjárkvøldið.
- Eg veit líka. Barnið hjá mær fór tíðliga til songar í gjárkvøldið, fyri at vera so væl fyri í morgun sum gjørligt.
- Hann fór til songar beint eftir nátturða, men vaknaði longu kl. 10. Er tað nú morgun, so eg sleppi í skúla?, spurdi barnið.
Tað fekk vinarliga boð um at leggja seg aftur, tí skúlagongdin fyrst byrjaði kl. 10 í morgun.
 
Nýtt kapittul
Í gongini í skúlanum stóð lærarin fyri teimum, flokslærarin Jón Højsted. Hann heilsaði uppá hvørt einstakt barnið og foreldrini, sum komu við.
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð at tey hittast. Børnini hava í roynd og veru longu verið tvær ferðir í skúlanum áður.
Fyrru ferðina var tá tey vórðu innskrivað at fara í 1. flokk. Í Kollafirði verður hetta gjørt í sjálvum skúlanum. Men tað hendi eisini annað enn tað henda dagin, tá tey møttu upp saman við foreldrum og systkjum.
Tey fingu okkurt til matna, og síðani fingu tey greitt eitt sindur frá um, hvat tað vili siga at fara í skúla. Hetta hendi jú tíðliga á árinum, men kortini var langt fram til dagin, tá tað byrjaði av álvara.
Hesin dagurin var kortini bert tann fyrsti í eini langari røð av skúladøgum, sum stóðu fyri framman. Áðrenn tað veruliga  byrjaði skuldu tey koma saman einaferð enn.
Hetta hendi ein dag í juni mánaði, tá skúlin enn einaferð ynskti at hitta hesi 17 spentu børnini í 1. flokki. Hesa ferð var skipað soleiðis fyri, at vitjanin kom at líkjast meiri einum vanligum tíma.
Fyri líkasum at geva teimum eina enn betri mynd av skúlanum og skúlagongdini, var 1. flokkur  sum í morgin fer í skúla sum 2. flokkur  við teimum. Hetta var eisini ein góður dagur.
Men í morgun  kl. 10:00  byrjaði so eitt nýtt kapitull í lívi teirra, - eitt kapittul sum fer at hava so mangar broytingar við sær. Hjá summum verður skúlatíðin kanska drúgv, og hjá øðrum styttri.
Í øllum førum verður førningurin tey nú fáa við sær av avgerandi týdningi fyri lívsleið teirra. Kanska onkur professari er teirra millum? Onkur rokskipari? Onkur kvinna sum fer at fremja brøgd sum verða tiltikin?
Livst, so spyrst!
 
Skógvarnir á hillina
Klokkan var væl í 10, tá tann fyrsti næmingurin kom í skúla á fyrsta sinni.
Saman við foreldrum sínum og eini lítlari systur komu tær báðar so væl pyntaðar inn í skúlagarðin.
Tær vistu, hvagar leiðin gekk, tí tær høvdu verið her áður. Høvuðsdyrnar inn í skúlan eru samstundis leiðin til vitan og lærdóm, sum verður teimum at gagni í framtíðini.
Inni í gongdini kvirt og tómligt. Ikki eitt menniskja at sjá og ikki eitt ljóð at hoyra. Bert flokslærari teirra var har  Jón Højsted.
Hann hevur fyrireikað seg væl til dagin, og var spentur eftir at kunna heilsa uppá teir spentu næmingarnar og foreldur teirra. Spurningurin var kanska, hvør teirra mundi vera mest spentur  næmingurin, foreldrini ella lærarin.
- Góðan dag. Eg eiti Jón. Hvussu eitur tú?
Tað er týðiligt at næmingarnir enn ikki vorðnir so mælskir. Tað er ikki meiri enn at ein hoyrir teir siga nøvn síni.
- Vælkomin í skúla. Hygg, her í skúlanum ganga vit ikki inni í skóm. Men har á vegginum, har kanst tú seta skógvarnar í eina hyll.
- Í dag er eingin annar næmingur í skúlanum, so tú kanst bara seta teir í ta hillina, sum tú vilt. Tú skalt nokk fáa tína egnu hill seinni, sigur Jón.
Næmingarnir so gera, og fara innar í gongina at bíða eftir klokkuni.