Ígjár stóð portugisiski, José Mourinho á odda fyri Manchester United, tá Manchester United spældi venjingardyst ímóti Championship-liðnum, Wigan Athletic.
Manchester United vann 2-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 0-0. William Keane og Andreas Pereira skutu málini fyri Manchester United í 2-0 sigrinum.
Á liðnum hjá Manchester United í dag vóru tvey av nýinnkeypunum inni á vøllinum. Teir vóru verjuleikarin Eric Bailly og álopssinnaði miðvallarin, Henrikh Mkhitaryan, og sum heild gekk væl hjá teimum báðum. José Mourinho hevur borið fram nógv jalig orð serliga avrikið hjá Henrikh Mkhitaryan.
Tá Premier League byrjar aftur, um eitt sindur minni enn ein mánað, skal Manchester United í fyrsta dystinum møta Bournemouth á útivølli.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá MU TV frá dystinum.