Fyrsti føroyingurin deyður við koronu

Nú er fyrsti føroyingurin deyður við koronu

Í gjár andaðist fyrsti føroyingurin við koronu. Tað staðfestir landslæknin í dag. Á heimasíðuni corona.fo stendur nú henda kunning:

Ein sjúklingur við koronu andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjár, týsdagin 5. januar. Hetta er fyrsta andlát við koronu, sum er skrásett í Føroyum.

Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól.