ÚTBÚGVING
Hann tekur smílandi ímóti í íbúðini á Lyngbyvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Júst komin undan brúsuni, 21 ára gamli Hans Kárason Mikkelsen av Toftum.
Kvøldið fyri hevur hann saman við foreldrum, beiggja og ommu síni verið úti á fínari matstovu í býnum. Tey hátíðarhildu, at sama dag var seinasta skotið á stammuni, ein lítlasystir, komin heim av føðiklinikkini á Gentofte Sjúkrahúsi. Men tað var ikki bara hetta við nýggju lítlusystrini, tey hátíðarhildu, tí hendan sama morgunin fekk Hans Kárason bræv úr USA. Tann stóri, bólgnaði brævbjálvin var frá elsta universitetinum í USA, Harvard University. Hans hevur nevniliga seinasta árið brynjað seg út til hægri lestur í USA, og eitt av universitetunum, hann søkti inn á, var tað væl kenda og høgt virda Harvard University.
- Tá eg sá ógvusliga brævbjálvan, var eg onga løtu í iva um, at eg var sloppin inn. Tey hava onga orsøk at senda mær eitt bræv við eini rúgvu at tilfari uttan so, at eg veruliga fekk møguleika at byrja hægri lestur hjá teimum, sigur Hans Kárason Mikkelsen við einum væl uppibornum smíli.
Einasti í kongaríkinum
Harvard University varð sett á stovn longu í 1636 og er elsti lærdi háskúlin í USA. Men Harvard er ikki bara elsti lærdi háskúlin í USA, hetta er eisini mest virda universitetið í USA ? ivaleyst við Yale University beint í hølunum. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at koma inn á Harvard, als ikki hjá útlendingum. Og at hava akademiska útbúgving av einum lærdum háskúla sum Harvard er eisini nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært akademiska førleikan, sum í sjálvum sær gevur nógvar møguleikar, men hevur tú so tikið útbúgvingina á slíkum stað sum Harvard, kvalifiserar tað teg fleirfalt.
Í ár vóru slakar tjúgutúsund umsóknir til tey gott og væl sekstanhundrað lestrarplássini. Í millum tey, sum eru sloppin gjøgnum nálareygað, er also Hans Kárason Mikkelsen. Sum tann einasti í danska kongaríkinum ? í ár í hvussu er.
Vit báðir, Hans, fara innar í køkin á Lyngbyvej. Við borðið í køkinum situr Inger Mikkelsen av Toftum, omma Hans. Hon er júst komin úr Føroyum. Spyrji hana, hvat hon heldur um, at ommusonurin er sloppin inn á ein so fínan lærdan háskúla í USA.
Hon hyggur yvir á ommusonin.
- Jú, eg haldi tað vera stuttligt, at hann skal hava so góð evni. Men sum eg sigi honum, so hevur hann nógv at takka fyri, heldur hon fyri.
Hans Kárason smílist og heldur fyri, at ivaleyst hevur hann nógvum nógv at takka fyri, familjuni til dømis. Men her brýtur omman hann av:
- Nei, ikki familjuni, men Várharra.
- Á ja, tað er sjálvandi rætt, svarar Hans við einum skeivum smíli, og hann bjóðar mær innar í stovuna.
Pisuklaktur í fjør
Hans Kárason Mikkelsen tók studentsprógv á Studentaskúlanum á Kambsdali í fjør. Og hann varð væl klaktur. Saman við einum floksfelaga fekk hann besta karakterin, sum higartin er fingin á Studendaskúlanum á Kambsdali, 10.6. Hóast góða karakterin ? ella kanska júst tí, gjørdi hann av at taka frí frá vanligari skúlagongd í eitt ár. Hann flutti niður til Keypmannahavnar, her hann hevur arbeitt á gallupstovninum Megafon. Hetta er stovnur, sum ger veljara- og meiningakanningar.
Men heilt at halda seg frá skúlagongd megnaði hann kortini ikki. Hann hevur hesa tíðina lisið heimspeki, politologi og retorikk.
- Starvið, eg havi, er ikki fulltíðarstarv, so fyri ikki at steðga heilt upp, valdi eg at fara at lesa ? eitt sindur um ikki annað. Og tað kom væl við, nú eg gjørdi av at søkja inn á Harvard, tí tað kundi eg sjálvandi eisini upplýsa tey um í sjálvari umsóknini, sigur Hans.
Kierkegaard eigur ábyrgdina
Prosessin, frá tí hann fyrstu ferð fór at hugsa um lestur í USA, og til hann at enda fekk játtandi svarið frá leiðsluni á Harvard Universitetinum, hevur verði bæði drúgv og strævin. Sjálvur heldur Hans, at hetta hevði als ikki borið til, var hann ikki staddur í Danmark hesa tíðina.
Men nær setti tú tær fyri at søkja inn á Harvard?
Hans smílist eitt sindur fram fyri seg, og hevur mest sum hug at rista á høvdinum.
- Ja, hetta er í veruleikanum ein løgin søga, skal eg siga tær. Tá eg kom niður til Keypmannahavnar í august mánað í fjør, hevði eg yvirhøvur ongar ætlanir at fara til USA at lesa, slettis ikki. Men ein dagin, eg siti og lesi um Søren Kierkegaard, kemur hugskotið spakuliga sníkjandi, greiðir Hans Kárason Mikkelsen frá.
Hann sat og las bókina ?Livet forstås baglæns ? men må leves forlæns ? Historien om Søren Kierkegaard?. Og tað er, tá Kierkegaard verður endurgivin fyri hetta at realisera lív sítt, at Hans spakuliga fekk hugskotið at seta út í kortið soleiðis sum innasti hugur hansara vildi. Sjálvt brotið í bókini, sum fekk Hans at taka hesa avgerðina ljóðar soleiðis:
?Kan man ikke holde ud at være nær sig selv, endsige at være identisk med sig selv, så kan man forsøge at blive et jævnt man og basere sit liv på en objektiv tværsum af det at være menneske. Desværre bliver alting også derefter, dvs. På det jævne.?
Nú fór Hans so smátt at kanna møguleikarnar fyri hægri lestri í USA. Hann fór á alnetið og fann millum nógvar aðrar heimasíður eisini heimasíðuna hjá Harvard University. Hann fekk umsóknarbløð sendandi ? eisini frá Harvard. Men í mun til fleiri aðrar lærdar háskúlar var ikki nóg mikið bara at fylla eitt umsóknarblað út og síðan senda Harvard. Har var hinvegin ein rúgva av spurningum, sum Hans als ikki hevði væntað. Haraftrat varð hann biðin at skriva eitt essey, sum skuldi snúgva seg um eitt fólk, ið hevur havt stóran týdning í lívi hansara.
Hans Kárason fór nú undir at útfylla umsóknarblaðið, svara øllum spurningum, og so skrivaði hann eisin eitt essey, sum hann var biðin. Freistin at lata tilfarið inn var 1. januar, og sum rættur føroyingur sendi hann tilfarið yvir til USA 31. desember ? um alnetið.
Aðrar uppgávur
Nú var umsóknartilfarið sent. Hans helt væl til standa, nú var bara at bíða til svar kom. Men so lætt slapp hann ikki. Í februar mánað fær Hans upp aftur fleiri spurningar frá Harvard, har hann millum annað verður biðin at koma við fleiri grundgevingum fyri, hví hann hevur tikið hetta og hatta skeiðið, hví hann eitt skifti var á ítróttarskúla ? og hvat hann hevur fingið burturúr ymsu upplivingunum á lívsleiðini.
- Tá eg so havi svarað teimum, gangi eg avgjørt út frá, at nú er í lagi. Men stutt eftir fái eg at vita, at eg skal til seks ymiskar royndir aftrat ? sonevndar testir, áðrenn umsóknin verður endaliga viðgjørd. Fimm royndir verða gjørdar í Keypmannahavn, meðan sætta royndin fer fram í Upsala í Svøríki. So aftur at fyrireika meg til hesar royndirnar, greiðir Hans frá.
Tað gekk væl við øllum royndunum. Eisini tann dagin, hann skuldi til samrøðu við dr. Whyte, ið hevur sum uppgávu at tosa við skandinavisku umsøkjararnar til Harvard.
- Hetta var annars ein hugnaligur maður, visti nógv um Føroyar, um føroyskan línu- og trolfiskiskap og líknandi. Samrøðan skuldi bara vara í ein hálvan tíma, og eg gáaði ikki eftir hvussu skjótt tíðin gekk. Tríggjar tímar seinni fóru vit hvør til sítt, so vit sampakkaðu væl, heldur Hans.
Aftrat øllum fyrireikingunum, nevndar eru higartil, noyddist Hans at hava tætt samband við Studentaskúlan á Kambsdali. Har skuldu tey nevniliga eisini fylla alskyns skjøl út, sum skuldu sendast til Harvard.
Fekk endiliga boðini
Í farnu viku fekk Hans Kárason Mikkelsen endiliga boðini, hann longdist eftir, og sum hann hevur stríðst so íðin fyri; hann sleppur sum tann einasti í danska kongaríkinum til hægri lestur á Harvard Universitetinum. Og tað er sum føroyingur, hann er sloppin inn ? ikki sum dani.
- Tað má avgjørt takast sum eitt herðaklapp til føroysku studentaskúlarnar, heldur Hans fyri.
At tað er torført at sleppa inn á Harvard Universitetið ber eisini ein greinboð um, sum stóð í kenda blaðnum Newsweek í farna mánaða. Í greinini verður millum annað sagt, at tað altíð hevur verið torført at koma inn á hendan lærda háskúlan, men at tað ongantíð hevur verið so torført sum í ár.
?Ja, sjálvt yvirkvalifiseraðir umsøkjarar hava fingið noktandi svar?, skrivar Newsweek.
Hans er framasøkin
Hans vísir á fleiri ymiskar orsøkir til, at hann søkti inn á Harvard ? og hvussu tað ber til, at tað er eydnast honum at koma so langt.
- Fyrst og fremst er tað enska málið, sum eg fegin vil duga betur. Haraftrat er tað spennandi at læra nýggjar mentanir at kenna, sigur hann.
Men Hans viðgongur, at framasóknið ? ambisjónirnar, sanniliga eisini hava gjørt sítt. Tað er ongin loyna, at nógvir av teimum lærarunum, sum hann kemur í samband við á Harvard, er slíkir sum hava vunnið virðislønir Nobels. Og tað er ikki so galið at vita. Haraftrat er vanligt at kend fólk halda fyrilestrar á Harvard, til dømis hava bæði Bill Clinton og Hillary Clinton hildið fyrilestrar á Harvard. Fleiri kend fólk hava eisini lisið á Harvard, teirra millum John F. Kennedy.
- Alt hetta ? saman við góðu møguleikunum at fáa starv eftir loknað útbúgving, hevur sjálvandi havt týdning fyri meg í hesi prosessini, sigur Hans.
- Annars var eg avgjørt avgjørt ongin nørdur í fólkaskúlanum. Men eg arbeiddi bara so mikið meira, tá eg byrjaði á Kambsdali, heldur hann brosandi fyri.
Í uppvøkstrinum hevur Hans Kárason Mikkelsen búð nógvastaðni. Fyrstu sjey árini búði hann á Toftum, og tað gjørdi eisini seinasta árið, áðrenn hann flutti til Keypmannahavnar. Men hann hevur eisini búð í Sandavági, í Højer í Danmark, og í Hvalvík. Nøkur ár, áðrenn hann aftur flutti út á Toftir, búði hann á Eiði.
- Fleiri halda ivaleyst, at tað órógvar børn at flyta nógv og at ganga í nógvum ymiskum skúlum. Hjá mær hevur tað kortini ikki verið soleiðis. Eg haldi hinvegin, at eg havi fingið so nógva og fjølbroytta vitan júst tí eg havi gingið í so nógvum skúlum, heldur Hans Kárason Mikkelsen.
Lesturin byrjar í september, og Hans fer møguliga longu leiðina yvir til USA í august mánað. Hans Kárason Mikkelsen kemur væntandi aftur um nøkur ár sum búskaparfrøðingur.
Vit báðir, Hans, reisa okkum úr sofuni á Lyngbyvej 57 og fara uttar í dýrdarveðrið í Keypmannahavn at taka nakrar myndir.
- Ger nú ikki ov nógv av í hasi greinini, heldur hann fyri, meðan við spáka millum hundraðtals fólk í Nyhavn.
Her eru mong tungumál at hoyra, eisini enskt ? ella rættari amerikanskt. Jú, Hans tykist trívast í hesum altjóða dáminum, sum kann vera forsmakkurin til fjøltáttaðu mentanina á Harvard Universitetinum í USA.