Hóast onkrar barnasjúkur, so var Fjarðafestivalurin ein góð og hugnalig uppliving. Ein skal vera varin við at sammeta Fjarðafestivalin við allar hinar festivalarnar í landinum, tí at Fjarðafestivalurin hevur eitt heilt annað fokus. Sjálvsagt er eitt kommersielt fokus til staðar á Fjarðafestivalinum, men tað primera er helst at boða Guds orð í einum nútímans tónlistarligum hami.
Hinir festivalarnir leggja seg kanska meiri eftir at føra fram popp/rokktónleik og miðað eftir eini meiri verðsligari uppliving.
Sum sagt, so var hetta tann fyrsti Fjarðafestivalurin nakrantíð. Eini 22 bólkar og einstaklingar hava framført tónleik hetta vikuskiftið, og karmurin var økið rundan um Kelduna í Skálafirði. Tann fyrsta niðurstøðan tú kann gera er, at økið riggaði væl. Økið er avmarkað, og tað tóktist lætt at halda skil á.
Parkeringsøkið uttanfyri Kelduna gjørdi eisini sítt til, at festivalurin var so atkomuligur. Parkeringsøkið er stórt, og har vóru alla tíð vaktir, sum beindi teg til ein bás. Hetta var eitt stórt pluss fyri heildarupplivingina.
Karmarnir eru góðir
Serliga eru ljóðviðurskiftin inni í Kelduni heilt góð. Salurin inni í Kelduni er bygdur soleiðis, at sum mest fæst burturúr ljóðinum, og saman við einum frálíkum anleggi, fingu vit sum lýddu á, eina framúrskarandi ljóðmynd inni í salinum. Sostatt vóru karmarnir inni í Kelduni heilt góðir.
Eisini var ein pallur á graslíkisvøllinum aftanfyri kelduna. Her stóð tann stóri pallurin, sum skuldi hýsa teimum størru bólkunum, og eisini hetta riggaði væl. Tað var serliga heppið, at talan var um graslíki, tí at vikuskiftið var eitt sindur vátt, og tú kanst ímynda tær, at undirlagið hevði verið nakað ótespiligt, um vit stóðu á bøi.
Eisini vóru ljóðviðurskiftini til tíðir heilt góð úti á vøllinum. Serliga tá ið teir betru bólkarnir spældu. Hetta tí, at teir meiri professionellu bólkarnir duga betur at føra seg fram á palli, og tað hjálpir teimum ljóðkønu at fáa meiri burturúr ljóðinum. Hinvegin var ljóðið onkuntíð heilt vánaligt, tá ið onkur minni rutineraður bólkur spældi á stóra pallinum.
Tann føroyska tíðin
Men Fjarðafestivalurin hevur eisini okkurt at læra. Skráin fríggjakvøldið varð illa darvað av seinkingum. Hví er tað so í Føroyum, at vit hava so ilt við at halda tíðir?
Hetta var stak óheppið. Tá tú sum festivalgestur keypir eitt atgongumerki, hevur tú rætt til at krevja ta vøru, sum tú heldur teg gjalda fyri. Fleiri bólkar máttu fríggjakvøldið skera nøkur løg av síni skrá fríggjakvøldið fyri at loyva øðrum framat. Eisini vóru onkrir gestir ónøgdir, tí at teir høvdu ætlanir um at fara til Havnar seinni um kvøldið at hoyra eina aðra konsert. Men við teimum drúgvu seinkingunum máttu hesir gestirnir (sum hava goldið), velja at fara til Havnar, ella verða verandi á staðnum fyri at hoyra tað, sum teir upprunaliga høvdu goldið fyri.
Hetta er heilt einfalt ikki nóg gott. Tað mugu fyriskipararnir taka á sín rygg. Sigast skal tó, at skráin leygarkvøldið varð nógv betur hildin. Næstan allar framførslurnar byrjaðu uppá minuttin, men seint út á kvøldið vóru tær eitt sindur seinkaðar.
Ein lítil heilsan frá okkum
Fyri okkum, sum arbeiddu sum blaðfólk á festivalinum, skal sigast, at vit høvdu sera góðar umstøður. Vit fingu eina skrivstovu, sum gjørdi tað lætt hjá okkum at arbeiða. Har vóru allir hentleikar. Vit kundu lata okkara teldur o.a. standa frammi, og vit vóru alla tíðina íbundin alnótina. So góðar umstøður havi eg ikki upplivað á øðrum festivalum.
Samanumtikið var Fjarðafestivalurin ein góð uppliving. Hoyrdi frá fyrireikarunum, at tey eisini vóru væl nøgd, men samstundis ásannaðu, at onkrar broytingar skulu gerast til komandi festival. Takk fyri eitt hugnaligt vikuskifti á Fjarðafestivalinum.