Fyrsti frískúlalærarin av læraraskúlanum

Alt komandi skúlaár verður Kári Sverrisson, tónleikari og læraraskúlanæmingur, í starvsvenjing í nýggja frískúlanum hjá Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgard


Tað er ikki bert á barnaskúlaøkinum, at tær báðar frískúlalærarainnurnar bróta upp úr nýggjum. Eisini tá umræður at taka læraraskúlanæmingar í starvsvenjing, eru nýggir vindar at hóma.

– Vón okkara er, at góðskan á starvsvenjingini fer upp, tá hon er alt ári, siga tey trý, Eyðbjørg, Sharon og Kári, sum hittast til eitt prát í hugnaliga køkinum hjá Kristian og Sharon úti á Reyni.

Eitt av aðalmálunum handan frískúlahugsjónina er í størri mun at javnstilla tað handaliga og tað andaliga – toeri og praksis. Tí er tað eisini natúrligt, at starvsvenjingin hjá einum frískúlalærara bæði fevnir um teori og praksis, eins og hjá skúlabørnunum. Men av tí, at vit ongantíð hava havt frískúlar í Føroyum, hava vit heldur onga beinleiðis frískúlalæraraútbúgving. Tí settu tær báðar seg í samband við Læraraskúlan fyri at fáa í lag eitt samstarv, so Kári kundi koma í starvsvenjing í nýggja frískúlanum.


Í dýpdina

Kári Sverrisson, sum er kendur tónleikari, gongur í løtuni á triðja ári á Føroya Læraraskúla. Eftir summarsteðgin fer hann undir seinasta ári av lesnaðinum, og kann hareftir rópa seg fólkaskúlalærara. Men Kári verður ikki bara útbúgvin fólkaskúlalærari, hann verður eisini útbúgvin til at kunna virka í nýggja frískúlanum í Havn. Umframt vanliga lesnaðin á Læraraskúlanum verður hann í starvsvenjing í nýggja frískúlanum alt komandi skúlaár. Sostatt kundi ein sagt, at hann fær eina serútbúgving omaná vanligu læraraútbúgvingina.

Vanliga fevnir starvsvenjingartíðin hjá læraraskúlanæmingum á fjórða ári bert um tríggjar vikur á Venjingarskúlanum. Men av tí, at Kári áður hevur verið í starvsvenjing hjá teimum báðum skúladamunum, tá tær vóru lærarar í skúlanum á Velbastað, ynskti hann at vera við frá byrjan, nú nýggi frískúlin fer undir virksemið sítt eftir summarsteðgin.

- Starvsvenjingin skal ikki vera eitt upplop, har læraraskúlanæmingarnir bara koma inn og seta ein sangleik upp ella okkurt tílíkt. Vit ynskja at starvsnæmingurin skal hava tíð til at fara í dýpdina og at fáa eina kenslu av rutinunum í gerandisdegnum. Soleiðis lærir tann lesandi børnini at kenna, sum tey eru mesta partin av tíðini, sigur Sharon Weiss. Hon verður sjálv vegleiðari hjá Kára, í sambandi við at hann skal skriva námsfrøðiliga serritgerð um starvsvenjingina, og hevur í hesum sambandi fingið íblástur frá egnu útbúgving sínari úr USA, hvaðani hon hevur ein Master í undirvísing.

- Eg eri sera spentur uppá at vera við til at seta ein heilan skúla á stovn. Millum annað hevur innrættingin av stovuni stóran týdning fyri læriháttin í frískúlanum, umframt at eg eisini verið við til at orða námsfrøðiligar málsetningar, sigur Kári Sverrisson, sum er 35 ár, og meginpartin av vaksna lívinum hevur livað av tónleikinum.


Musiskur og kreativur

Spurdur, hvat tað er, sum ger frískúlan øðrvísi og áhugaverdan fyri seg, greiðir hann millum annað frá um innrættingina, har stovan er sum eitt verkstað.

- Hædd verður tikin fyri hvørjum einstøkum næmingi og tørvi hansara. Onkur vil sita á gólvinum, onkur í einum króki og onnur við eitt borð. Í stovuni er eitt bókasavn, og ein talva, sum øll kunnu nýta, bæði børn og vaksin, sigur Kári Sverrisson.

Hann vísir á, at stovan endurspeglar tað, sum børnini fáast við, og at tingini, sum tey framleiða, koma upp á bróstið at hanga.

- Tað estetiska hevur stóran týdning, og at lutir og myndir eru væl frágingin, tá tey verða sýnd fram. Tann musiski og kreaviti hugsunnarhátturin verður soleiðis ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og skal vera við í øllum arbeiðinum. Hetta skapar grundarlag fyri reflektión yvir tilgongdirnar vit arbeiða við, sigur Kári Sverrisson. Og hann greiðir víðari frá, at í frískúlanum verður bert arbeitt við evnum og verkætlanum, sum skulu geva børnunum møguleika fyri at fara í dýpdina og at nýta allar førleikar sínar. Sostatt verður frískúlin eisini ein heildagsskúli, sum er frá klokkan 8 til 15 hvønn dag – eisini fyri teir umleið 20 1. floks næmingarnar, sum byrja eftir summarsteðgin. Men børnini hava møguleika fyri at vera á skúlanum til klokkan 17, tí har verður eisini frítíðarskúli.


Samstarv við lærararskúlan

Tá Sharon og Eyðbjørg gjørdu av at seta á stovn ein frískúla í Havn, settu tær seg í samband við læraraskúlan - rektaran Jóannes Hansen og starvsvenjingarleiðaran Dagbjartur Debes. Har greiddi tær frá um ætlanirnar at fáa í lag samstarv um starvsvenjing.

- Teir vóru sera positivir og fyrikomandi. Og hóast neyðugt var við einum undantaksloyvi, so tóku teir fult undir við, at vit kunnu taka næming í starvsvenjing. Eisini heittu teir á okkum um at koma út á læraraskúlan at greiða frá um frískúlan á hvørjum ári í september, tá næmingarnir skulu velja praktikkpláss, sigur Eyðbjørg Dalsgaard. Hon vísir á, at nógvir næmingar og lærarar longu hava sett seg í samband við tær, bæði av læraraskúlanum og pedagogskúlanum. Og at tær avgjørt ætla sær samstarv við pedagogarnar eisini, tá frískúlin er vorðin eitt sindur størri.

Sharon skoytir uppí, at tað eisini er ómetaliga gott fyri tær at hava næmingar í starvsvenjing.

- Tað er altíð gott at onkur gongur aftaná og setir spurningar til tað, sum vit gera. Hetta ger, at vit alla tíðina noyðast at grunda yvir, hví vit gera, sum vit gera, og at grundgeva fyri tí, sigur hon at enda.

Enn er ikki heilt greitt hvat frískúlin fer at liggja, men nógv bendir á, at hann verður í gamla barnagarðinum á Velbastað.