GÍ byrjaði dystin betri, og tíðliga í dystinum legði GÍ seg á odda við tveimum málum.
Eftir hetta leikaði javnt á, og serliga mundu heimaáskoðararnir takka Geza Turi fyri, at HB ikki minkaði um munin.
Beint eftir steðgin minkaði Christian Høgni um munin, men gøtumenn fullu tó ikki í fátt. Teir høvdu betri hugburð, og tá teir øktu til 3-1, tóktist dysturin punktera.
At HB misnýttti brotsspark, og at Milan Kuljic fekk reytt kort undirstrikaði, at hetta ikki var dagurin hjá HB.
Í seinasta minuttinum fekk Hans á Lag minkað um munin, men tað hjálpti lítið í samlaða úrslitinum.
GÍ-HB 3-2 (2-0)
1-0: Sverri Jacobsen
2-0: Poul Ennigarð
2-1: Christian Høgni Jacobsen
3-1: Pól Jóhannus Justinussen
3-2: Hans á Lag