Fyrsti Maxus-elbilurin komin til Nordcar

Maxus Euniq 5 MPV setir trygd og komfort í hásæti. Familjan situr væl í góðum leðursetrum, og gott pláss er til barnastólar.

 

 

- Áhugin fyri elbilum veksur skjótt, bæði tá talan er um persónbilar og vørubilar. Vit eru fegin og errin um samstarvið við RSA-Danmark, ið umboðar Maxus. Við hesum samstarvi kunnu vit bjóða eitt breitt úrval av framkomnum elbilum, bæði til privat og vinnu.

Tað sigur Palli Skorheim, stjóri á Nordcar.

Maxus er ein partur av ovurhonds stóra SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), ið framleiðir sjey miljónir bilar um árið, og sum samstundis er størsti bilframleiðarin í Kina og sjeynd størsti bilframleiðarin í heiminum.

 

Maxus Euniq 5 MPV

Fyrsti bilurin, ið kemur á goymslu hjá Nordcar, er Maxus Euniq 5 MPV, ið er ein stórur elektriskur og sera væl útgjørdur familjubilur við sjey setrum.

Maxus Euniq hevur eitt framkomið 52,5 kWh battarí, ið hevur eitt røkki upp til 325 kilometrar, mált eftir WLTP-skalanum, og el-motorurin hevur heili 177 elektriskar hestakreftir. Maxus veitir 8-ára/200.000 kilometra battarígaranti og 5-ára/100.000 kilometra garanti upp á sjálvan bilin.

Euniq MPV er stórur og rúmiligur, og takkað verið 360ᴼ bakkikamera og sensorum aftan og framman er tað lætt og trygt at bakka og parkera familjubilin. Stóra panorama glastakið, sum eisini kann latast upp, gevur gott ljós til øll ferðandi í bilnum.

Familjan situr væl í góðum leðursetrum, og gott pláss er til barnastólar. Euniq setir trygd og komfort í hásæti og hevur eitt nú neyðbremsu assitent, seks airbags, blindvinkul assistent, 4-økis klimaanlegg, Apple CarPlay, tráðleysan løðara til fartelefonir, fartpilot, el-setur við hita og el-baklúku – fyri bert fyri nevna nakað av tí, ið ger henda bilin so serstakan. 

Tú kanst eisini síggja filmsbrot, ið lýsir Maxus Euniq MPV, um leinkjuna her niðanfyri:

##med2## 

Ring ella send teldupost

Maxus Euniq MPV er komin goymslu, og tað verður høvi at síggja og royndarkoyra bilin.

Prísurin fyri Maxus Euniq MPV er 399.900 kr. eftir mvg-afturbering.

Ynskir tú at frætta meira um elbilarnar frá Maxus, ert tú vælkomin at ringja á tlf. 290077 ella skriva ein teldupost til [email protected]