TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heina Mikal Mortensen hjá TB, aftaná 0-1 tapið hjá TB imóti KÍ í dag. Sigursmálið fall aftaná nøkur fá sekund.
Heini Mikal Mortensen ásannar, at teir svóvu hesa løtuna, og tað gjørdist teimum dýrt. Hann heldur tó, at TB vann seg yvir skelkin, og hevði TB tikið av málmøguleikunum, ið beyðst liðunum seinni í dystinum, so høvdu teir fingið eitt stig við sær umborð á Smyril.
Nú verður fokus hjá TB at sigra á B68 á Svangaskarði á Toftum í komandi umfari.