Fyrsti nýføðingur fekk gávu

Tað var Eir Jógvansdóttir Norðberg, forkvinna í trivnaðarnevndini, sum handaði lítla Jósefi gávuna.

 

Bygdaráðið í Hvalbiar kommunu hevur samtykt, at øll børn, sum verða fødd í kommununa eftir 1. januar 2021, skulu fáa ein gávu frá kommununi.

Hin 23. apríl varð so fyrsti borgarin í kommununi, sum er føddur eftir 1. januar í ár - saman við foreldrum og stórabeiggja - boðin á kommunuskrivstovuna í Hvalba til gávuhandan.

- Fyrstføddi hvalbingurin í 2021 er Jósef West, og hann er føddur í februar. Foreldur hansara eru, Arnold og Eva West, og stóribeiggin eitur Otto West.

Soleiðis skriva tey á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu. 

Lagt verður aftrat, at tað var Eir Jógvansdóttir Norðberg, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá kommununi, sum handaði lítla Jósefi gávuna.

Tað var eisini trivnaðarnevndin í Hvalbiar kommunu, sum legði uppskotið um at geva øllum nýføddum børnum eina gávu fram.

##med2##