Á fyrsta ársfundurin hjá ABC barnahjálp í Føroyum verður greitt frá um verkætlanin í afrikanska landinum Liberia.
Í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC barnahjálp ynskir verkætlanini at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.
Arbeiðið við at gera veg er longu byrjað.
- Arbeiðsloysi í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi, sigur Matthew Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í Liberia. Hann roknar við, at bygningarnir kunnu standa klárir umleið desembur 2007 - februar 2008.
Skúlar og skúlaheim hjá ABC barnahjálp verða rikin við fíggjarligum stuðli frá stuðulsforeldrum. Verkætlanin í Liberia byggir eisini á jarðarbrúk, sum eitt lið menning til sjálvbjargni.
Endamálið hjá ABC barnahjálp er at útvega faðir- og móðurleysum og fátækum børnum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum.
Øll hjálp til ABC barnahjálp er haldgóð og varandi. Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at eitt barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.
Ársfundurin er almennur og nevndin vónar at síggja nógv fólk á fundinum.