Fyrsti ársfundur hjá barnahjálpini í Føroyum

Týskvøldið klokkan 20.00, verður fyrsti ársfundurin hjá ABC barnahjálp í Føroyum í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Á Fundinum verður greitt frá arbeiðinum, sum nú er byrjað í Liberia. Eisini er ætlanin at fáa einstaklingar og fyritøkur at tekna seg sum ABC vinir á fundinum, sum er almennur fyrsta ársfundurin hjá ABC barnahjálp verður greitt frá um fyrstu verkætlanin hjá felagsskapinum, sum er í afrikanska landinum Liberia.

Í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC barnahjálp ynskir við verkætlanini at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.

Arbeiðið hjá ABC barnahjálp í Liberia er longu byrjað, og í løtuni verður gjørdur vegur inn til sjálvt skúlaøkið.

Ætlanin er fyrst at byggja skúlaheim og skúla til 500 næmingar. ABC barnahjálp setir sum treyt, fyri at veita hjálp, at eins nógvir næmingar av báðum kynunum verða tiknir inn í skúlarnar. Stórur dentur verður eisini lagdur á, at tað verða tey børn, ið hava størsta tørvin, sum sleppa inn í skúlarnar.

- Arbeiðsloysið í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi, sigur Matthew Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í Liberia. Hann roknar við, at bygningarnir kunnu standa klárir umleið desembur 2007 - februar 2008. Tá verður faddurskipanin klár og fólk fáa høvi at tekna seg sum stuðulsforeldur. Mánaðarliga gjaldið verður væntandi einar 200 ? 300 krónur, og er tað gjald fyri skúlagongd, eina máltíð um dagin og rætt til læknahjálp.

Skúlar og skúlaheim hjá ABC barnahjálp verða rikin við fíggjarligum stuðli frá stuðulsforeldrum. Verkætlanin í Liberia byggir eisini á jarðarbrúk, sum eitt lið menning til sjálvbjargni.

Endamálið hjá ABC barnahjálp er at útvega faðir- og móðurleysum og fátækum børnum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum.

Øll hjálp til ABC barnahjálp er haldgóð og varandi. Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at eitt barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.

ABC barnahjálp, sum byrjaði sítt arbeiðið í desembur í fjør, hevur fingið góða móttøku í Føroyum, sigur Rúna Sivertsen, dagligur leiðari hjá felagsskapinum.

ABC barnahjálp í Føroyum er systirfelagsskapur hjá felagsskapi við sama navni í Íslandi. Men ABC í Føroyum er sjálvsognarstovnur, sum ætlar at arbeiða bæði við egnum verkætlanum og saman við íslendska felagsskapinum.

ABC barnahjálp í Føroyum arbeiðir eftir somu meginreglum og við hjálp frá íslendska felagsskapinum, ið hevur 18 ára royndir aftanfyri seg.

Á ársfundinum verður eisini møguleiki hjá fyritøkum at tekna seg sum ABC vin. Ynski er, at ABC vinir skulu bera raksturin av ABC barnahjálpini. Felagsskapurin verður rikin so bíliga, sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at peningurin, ið stuðulsforeldur lata, fer óskerdur til skúlagongd hjá børnunum.

Felagsskapurin hevur tørv á nógvari hjálp, bæði fíggjarligar og praktiskari. Hvør ókeypis tænasta til ABC barnahjálp kemur fátækum neyðstøddum barni til góðar og kann vera við til at skapa vón og framtíð.

Ársfundurin er almennur og nevndin vónar at síggja nógv fólk á fundinum.