Fyrsti sedan frá Porsche

Panamera er fyrsti Porsche sedan við fýra hurðum. Talan er um ein sportligan luksuspersónbil. Porsche koma seinni í ár á marknaðin við einum heilt nýggjum bili. Talan er um Porsche Panamera, sum er ein sportligur luksuspersónbilur við fýra hurðum og plássi til fýra persónar.

Panamera er eisini fyrsti bilur hjá Porsche, sum er ein sedan við fýra hurðum.

Bilurin er lágur sum ein Porsche sportvognur og fæst í tveimum V8 útgávum við ávikavist 400 og 500 hk, sum antin verða drivnir av bakhjólunum ella øllum fýra.

Toppmodellið, Panamera Turbo við 500 hk koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,2 sekund, og toppferðin er 303 km/t.

Panamera verður framleiddur í býunum Leipzig og Zuffenhausen í Týsklandi, og gevur hetta umleið 2000 nýggj arbeiðspláss í hesum býum.

Porsche Panamera kemur eftir ætlan á marknaðin í september 2009.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum