Fyrsti sigur til Hoyvíkar

Tað hevur ikki gingið væl hjá FC Hoyvík í fýra teimum fyrstu umførunum. Spælið var einki at reypa av, tá ið FC Hoyvík seinnapartin vitjaði við Løkin í Runavík, men tað eydnaðist gestunum at vinna fyrsta sigurin á árinum.

Úrslitið var 2-0 til FC Hoyvík. 1. hálvleikur var málleysur. Fyrra málið skoraði Jørgen Meitilberg, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og løtu seinni staðfesti Tummas Hans Rubeksen FC Hoyvík sigurin.

Eftir fimm dystir hevur FC Hoyvík fimm stig, og NSÍ hevur trý stig.