Fyrsti sigurin hjá Fremad Amager

Fremad Amager vann við tveimum føroyingum á vøllinum við stórum stíli á Skive

Aftaná fýra javnleikir og eitt tap í fimm teimum fyrstu dystunum hjá Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini brast loksins fyri nev, tá Fremad Amager á heimavølli á leikvøllinum í Sundby vann heili 5-0 á Skive. Fremad Amager var á odda 2-0 í steðginum. 914 áskoðarar vóru til dystin.

 

Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við Fremad Amager frá byrjan. Olcay Senuglo gjørdist stóra hetjan hjá Fremad Amager við at skjóta hattrick í dag. Rune Friis og Andreas Granskov skutu hini bæði málini hjá Fremad Amager. Sigurin er gott viðføri hjá Heina Vatnsdal og Bárði J. Hansen, sum nú skulu heim til Føroya at gera klárt til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður spældur týskvøldið 6. september. 

 

Sigurin lyftir Fremad Amager væl á stigatalvuni. Fremad Amager er nú nummar seks í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við sjey stigum. Komandi dystur hjá Fremad Amager verður á útivølli ímóti Roskilde, sunnudagin 11. september. 

 

Eitt annað føroyingafelag, Vendsyssel FF spælir í annaðkvøld klokkan 18. Vendsyssel FF spælir á útivølli ímóti Hobro.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini : 

 

1 Nykøbing FC650112 - 715
2 FC Helsingør63219 - 511
3 Vejle62409 - 410
4 Næstved631210 - 810
5 HB Køge52216 - 38
6 Fremad Amager61418 - 57
7 Hobro521210 - 97
8 Fredericia62136 - 87
9 Skive62135 - 147
10 Vendsyssel FF51136 - 84
11 FC Roskilde51133 - 74
12 AB Gladsaxe60246 - 122