14. apríl 2005 var ikki sørt søguligur dagur, hildu tey á kommunuskrivstovui í Vági, og var tí eitt sindur gjørt burturúr, tá fyrsti skrivstovunæmingurin har var avlærdur.
Esther Suðuroy hevur lokið prógv í skrivstovuyrkinum innan fyrisiting.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, kundi handa Esther lærubræv, tá avvarðandi, umsiting, og býráð savnaðust til lítla hugnaløtu í samband við dagin.
Myndatxt:
Kirstin Strøm Bech handar Esther Suðuroy lærubræv á lítlari hugnaløtu á býráðsskrivstovuni í Vági hósdagin