Fyrsti steðgurin í 35 ár

Eyðun Klakstein hevur løtt battaríini í fyrsta steðginum á fótbóltsleið síni.

Eyðun Klakstein takkaði fyri seg sum venjari í B36 eftir kappingarárið 2016, og í fjør valdi hann at hava ein steðg frá fótbóltinum. Steðgurin bleiv bara til tað eina árið, tí eftir sín allarfyrsta steðg frá fótbóltinum hevur Eyðun Klakstein nú valt at taka við starvinum sum venjari hjá Skála.


– 2017 var fyrsta árið, síðani eg byrjaði at spæla fótbólt í KÍ sum 10 ára gamal, at eg ikki var fótbóltsspælari ella fótbóltsvenjari. Tað var ikki tí, at eg kendi meg útbrendan ella troyttan av fótbólti, men eg vildi bara gjarna royna eitt ár uttan tætt ella fast tilknýti til fótbólt. Tað gav mær meira frítíð og frælsi í gerandisdegnum, og tað kendist gott, sigur Eyðun og heldur fram:


– Hóast onkrir fyrispurningar vóru úr fótbóltsheiminum gjøgnum árið, megnaði eg at takka nei – millum annað tí, eg hevði lagt ymiskar ætlanir, og tað bar tí ikki so væl til at taka fótbóltsuppgávur á meg. Hóast eg ikki var venjari, varðveitti eg eitt meira óformligt samband við fótbóltin, tí eg fylgdi væl við fótbóltskappingini her heima, sá ymiskar dystir í Spania, og fótbóltur í sjónvarpi er altíð dragandi. Tað kendist eisini gott at løða battaríini og fáa nýggjan íblástur, sigur hann.

Lesið alla greinina um Eyðun Klakstein og Skála í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum nú er komið á gøtuna.