FF-fundur
Nýggi felagsformaðurin í Føroya Fiskimannafelag byrjaði í sínum starvi 1. februar, og longu í morgun helt felagsstjórnin sín fyrsta fund í hølum felagsins á Bryggjubakka.
Sosialurin hugdi fram í morgun, beint áðrenn hesin fyrsti fundurin varð settur.
Teir, sum sita í stjórn FF’s, eru sýsluformenninir – ein úr hvørji sýslu – saman við felagsformanninum.
Nakrir av sýsluformonnum felagsins hava sitið leingi í stjórn saman við Óla Jacobsen, ið var felagsformaður í samfull 36 ár.
Haraftrat er Olaf Johansen, sum hegnisliga hevur stjórnað dagligu skrivstovu FF’s í mong ár, eisini gamal í garði.
Nú Óli Jacobsen ikki er felagsformaður meira, hevur tað stóran týdning fyri skrivstovuvirksemi, at Olaf heldur fram, eins og Hans Jacob Joensen, sum eisini hevur verið á skrivstovu felagsin síðan miðskeiðis í nítiárunum, eisini verður verandi.
Millum teir, sum hava sitið longst í stjórn FF’s, eru Sigmundur Hentze av Sandi, Andrias Berglíð úr Sørvági og Eyðun Johannesen av Oyrarbakka, ið hevur verið næstformaður felagsins í nógv ár.
Nýggjastur í leiðslu FF’s er Fríðrik Sivertsen av Viðareiði.
Ymisk mál
Felagsformaðurin, Jan Højgaard, sigur, at á fundinum morgun er ætlanin at tosa um ymisk mál, eitt nú pensjónsmálið, tryggingar, ALS og um FF-blaðið, sum er komið út regluliga aðruhvørja viku síðan 1991. Frammanundan var útgávan minni reglulig. Summi ár kom blaðið fýra ferðir um árið, og onnur ár vóru færri útgávur.
FF-blaðið hevur annars røtur heilt afturi í tíðini sum felagsblað hjá Føroya Fiskimannafelag.
Í nøkur ár tíðliga í nítiárunum stóðu FF og FA, Føroya Arbeiðarafelag, saman um útgávuna.
Síðan á heysti 2001 hevur Óli Jacobsen stjórnað blaðnum og brúkt nógva orku upp á blaðið. Nú hann fall á valinum, hevur hann boðað frá, at blaðið, sum nú verður skrivað, er hitt seinasta frá hansara hond.
Tí noyðist leiðsla FF’s at finna út av, hvør lagnan hjá blaðnum skal vera.
Tað krevur sín mann at geva 28 blaðsíður út aðruhvørja viku, og tað krevur, at fólk rættiliga eru roynd við "penninum".