Tá ið síðsta bríksl hevur verið seinnapartin í dag - á krossmessu - er fyrsti triðingurin av ársins fótbóltskapping í EFFO deildini av. Talan er um sera áhugavert umfar, har tað stendur nógv upp á spæl í bæði botninum og í toppinum.
Tveir dystsir eru í Gundadali:
Fyrri dysturin verður grannauppgerð millum meistararnar í B36, sum rættiliga hava fingið vind í seglini, og AB, ið er undir strikuni.
HB, ið higartil hevur haltað nakað, fær vitjan av Víkingi, sum eftir eitt sindur trilvandi fyrstu umførini hevur fótað sær.
TB er á veg norður til Streymnesar, har EB/Streymur tekur ímóti. Heimaliðið er niðast á talvuni, og TB er eftir góða úrtøku fyrstu umførini dottið niður um miðjuna.
Í Fuglafirði vitjar FC Suðuroy, sum fyri viku síðani lyfti seg upp um strikuna. Síðsta sunnudag spældi ÍF fyri fimtu ferð javnt. Tað var í Trongisvági.
Við Løkin í Runavík fær toppliðið NSÍ vitjan av KÍ, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku á heimavølli.
Sammett við síðsta sunnudag, tá ið tað var kavi og avlýsingar spøkdu, eru líkindini hampulig at spæla fótbólt, hóast tað verður boðað frá nakað av vindi av eystri og landnyrðingi og ælaveðri. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
B36-AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB-Víkingur: Lars Müler kl. 18.00
EB/Streymur-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
NSÍ-KÍ: Páll Augustinussen kl. 15.00
ÍF-FC Suðuroy: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Støðan undan 9. umfari
NSÍ 18
B36 17
Víkingur 14
HB 12
KÍ og ÍF 11
TB 8
FC Suðuroy 6
AB 5
EB/Streymur 3