Fyrsti undankappingardysturin hjá Svøríki á graslíki

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli fríggjadagin verður tann fyrsti undankappingardysturin hjá báðum liðunum, sum verður spældur á graslíki.

 

Tað gera svensku ítróttarmiðlarnir rættiliga nógv burturúr. Svenska blaðið, Dagens Nyheter heldur tað verða upplagt, at veteranurin, Anders Svensson, sum sæst á myndini saman við landsliðsvenjaranum, Erik Hamrén eigur at byrja inni ímóti Føroyum. Tann 36 ára gamli miðvallarin, sum hevur spælt heilar 132 dystir og skotið 18 mál fyri Svøríki er nevnliga vanur við graslíki.

 

Liðið hjá Anders Svensson, Elfsborg hevur havt graslíki sum undirlag í rættiliga nógv ár. Pontus Wernbloom er 10 ár yngri enn Anders Svensson, men Dagens Nyheter er ikki í iva um, at Anders Svensson er betri egnaður at spæla ein dyst á graslíki, enn Pontus Wernbloom. Sambært svenska blaðnum er Pontus Wernbloom betri egnaður á miðvøllinum til dystin ímóti Týsklandi næsta týskvøld á tí olympiska leikvøllinum í Berlin, sum verður spældur á vanligum grasi. Pontus Wernbloom spælir annars á graslíki í sínum felagi í Russlandi, CSKA Moskva. Men Dagens Nyheter metir hann verða ein "natúrgras-spælara", sum ikki er líka væl egnaður at verða spælstýrari á graslíki, eins og Anders Svensson.

 

Miðvallarin, Rasmus Elm er eisini vanur við graslíki. Hann spælir eisini við russiska liðnum, CSKA Moskva. Kim Källström, sum spælir við Spartak Moskva er eisini vanur við at spæla á graslíki.

 

Graslíkið á Tórsvølli verður uttan iva ein størri fyrimunur hjá føroyska landsliðnum ímóti Írlandi, har spælararnir ikki eru so vanir við graslíki, sum svensku spælararnir. Hjá Írlandi er tað bara Aiden McGeady hjá Spartak Moskva, sum er vanur við at spæla á graslíki.

 

Sjey feløg í tí bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan hava graslíkið sum undirlag. Feløgini, sum hava graslíkisvallir í allsvenskuni eru Elfsborg, Gefle IF, GIF Sundsvall, IFK Norrköping, Syrianska FC, Åtvidabergs FF og Örebro SK.