Fyrsti Utøya filmurin tosar ikki um Anders Breivik

Nýggi Utøya filmurin verður sýndur í Havnar Bio í kvøld.

Tað er neyðugt at minnast Utøya, heldur instruktørurin, sum hevur staðið handan filmin um terroratsóknina í Utøya í Norra í 2011, Erik Poppe.



Erik Poppe nevnir treyðugt hansara navn og rópar hann bert fyri ”gerningsmaðurin”. Maðurin handan tvær terroratsóknir í Norra, eina í Oslo og eina í Utøya í 2011, Anders Breivik, er nevniliga ikki høvðuspersónur í nýggja filminum hjá Poppe. Í roynd og veru hevur hann illa nokk ein leiklut. Tað eru hinvegin offrini, sum eru í fokus.



Tí søgan um, hvussu tað var at vera á oynni handan dagin, tá ið 69 fólk doyðu innan teir 72 minuttirnar, sum atsóknin vardi, vantar enn at verða søgd, sigur maðurin, sum hevur instruera filmin Utøya 22. juli.



Filmurin verður sýndur í Havnar bio í kvøld og komandi dagarnar. Breivik er í filminum bert ein skuggi. Tí alt ov nógv av tí, sum hevur verið sagt og skrivað í kjalarvørrinum av álopinum hevur snúð seg um hann, heldur Poppe.



- Ljós hevur verið varpað á hansara sokallaða manifest, á hansara dóm, á hansara umstøður í fongslinum og síðani á, at hann hevur skift navn, og alt tað hevur tikið fokusið frá offrunum, og tí ómøguliga valinum, sum tey stóðu við, sigur Erik Poppe við Ritzau.

 

 

Í vikunum eftir 22. juli í 2011 vóru norðmenn á gøtunum og vístu samhuga fyri offrunum. Ongantíð áður hevur tjóðin staðið sterkari saman móti høgra víðgongdum hugsunarhátti, sigur Erik Poppe. Tó sigur hann seg síggja dømi í Evropa um í dag, at høgravíðgongda hugsjónin hevur framgongd. Tí er tað neyðugt at venda aftur til hasar dagarnar í 2011, heldur hann.

 

 

- Tað skal gera okkum klókari og fáa okkum at finna tær kenslurnar aftur, sum fingu okkum út á gøturnar tá. Summi halda kanska, at tað er ov tíðliga. Onnur halda tað er ov seint. Men tað er heilt greitt, at hendan søgan má koma aftur í tilvitskuna. Vit mugu skerpa okkara samlaðu tilvitsku um tað, sum hendi, sigur hann við Ritzau.





/ritzau/