Í samrøðu við Rás2 í dag, segði nývaldi fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, seg ikki duga at siga nágreiniligu orsøkina til, at bæði hann og flokkur hansara stóðu seg so væl á fólkatingsvalinum í gjár.
- Tað kunnu vera so nógvar orsøkir, men eg dugi ikki at siga, hvør var hin avgerandi. Tað, at eg fór upp í Javnaðarflokkin og meldaði út beint eftir, at eg var til reiðar at umboða flokkin á fólkatingi, hevur ivaleyst havt sína ávirkan. Ja, eg haldi, eg kann siga, at vit soleiðis vóru teir fyrstu á vøllin í hesum sambandi.
Sjúrður Skaale heldur eisini, at Javnaðarflokkurin hevði eina góða valskrá og valætlan.
- Eg trúgvi, at tað var samlaði pakkin í valskránni og tað, at eg segði, at eg fór at taka mær av fólkatingssessinum burtur av, um eg varð valdur, sum gjørdi sítt til.
Sjúrður Skaale segði, at hann sum fólkatingsmaður fer at taka upp mál sum viðvíkja Føroyum, og at hann fer at knýta útisetar nærri flokkinum.
- Men, hvør avgerandi orsøkin til valsigurin er, dugi eg ikki við vissu at siga, endurtók nývaldi fólkatingsmaðurin.