Fyrstu 100 dagarnir

Longu áðrenn fólkatingsvalið í Danmark tann 20. november í fjør, boðaðu Vinstri- og Konservativi flokkurin frá, hvørji mál teir høvdu sett sær fyri at loysa, áðrenn teir fyrstu 100 dagarnir vóru farnir av einum møguligum stjórnarskeiði.
Aftaná valið skipaðu flokkarnir stjórn, og 100 dagar seinni kundu teir stoltir vísa á, at øll vallyftini vóru hildin.

100 dagar í Føroyum
Í Føroyum høvdu vit eisini løgtingsval tann 30. apríl í ár. Striltið gekk at skipa landsstýrissamgongu, tí teir sum taptu valið, vildu ikki leggja frá sær. Sjálvstýrisflokkurin bleiv mestsum innlimaður í Fólkaflokkin, tí umráðandi var, at vinnarin av valinum varð hildin uttanfyri alla ávirkan, fyri at kósin hjá fullveldislandsstýrinum kundi verða hildin.
Ein skuldi trúð, at visiónirnar hjá nýggja landsstýrinum vóru øgiligar, tí ikki færri enn átta landsstýrisfólk, umframt løgmann, skuldu manna sessirnar, og tvey nýggj aðalstýri vórðu eisini sett á stovn. Ein nýggjur aðalstjóri er longu settur, og tann næsti er væl á veg.
Samgonguskjalið varð undirskrivað tann 6. juni, og hevði tað føroyska samgongusamstarvið sostatt vart í 100 dagar sjálvan 14. september. Henda dagin plagar í hvussu so er tann eini samgonguflokkurin at gera nógv burturúr eini ávísari søguligari hending, so tað var upplagt, at 100-daga-avrikini eisini fóru at verða flættaði inn í onkra av røðunum á Café Nátúr.

Tvey uppskot og fimm ósemjur
Hvørji eru so avrikini, sum røðararnir kundu reypa av ?
Tvey lógaruppskot eru higartil løgd fyri tingið, har annað var ein eykajáttanarlóg (sum landsstýrið sambært stýrisskipanarlógini var noytt til at leggjast fram), og hitt var ásetingin av fiskidøgum (sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal verða avgreidd í seinasta lagi tann 18. august). Tað vil siga, at í báðum førðum var talan um uppskot, sum landsstýrið sambært lóg var tvingað at leggja fyri tingið.
Hini seks landsstýrisfólkini og løgmaður, eru enn ikki komin í tingið við sínum fyrsta lógaruppskoti. Kortini hava fimm stórar ósemjur verið í samgonguni higartil, sum beinleiðis hava hótt samgongusamstarvið.
Seinasta ósemjan er um nývaldu Siðsemisnevndina, og har er veruligt rumbul í málinum. Ein landsstýrismaður velur nøkur fólk í eina nevnd, men aftaná fáa hesi fólkini at vita av tingsins røðarapalli, at tey eru óegnaði at sita har.
Soleiðis kunnu fólk ikki verða viðfarin av eini landsstýrissamgongu!

Ikki ráðiligt at yvirtaka meira
Danska stjórnin visti hvat hon vildi, tá hon tók við. Har vóru greiðir málsetningar, sum veljarin annaðhvørt kundi vera samdur, ella ósamdur við.
Í Føroyum vóru málsetningarnir harafturímóti ikki so greiðir. Týdningarmesta málið var eftir øllum at døma at halda Sambandsflokkin uttanfyri alla ávirkan, men innanfyri hevur verið eitt eljustríð, og úrslit síggja vit eingi.
Og kortini so sigst at samgonguflokkarnir vilja yvirtaka øll málsøki (fyrireikaði sum ófyrireikaði), tí í Føroyum skulu tey liggja í betri hondum enn í Danmark. - Trúgvi hvør ið trúgva vil.
- Soleiðis gingu hesir fyrstu 100 dagarnir hjá landsstýrissamgonguni.