Fyrstu 270 húsini eru longu seld

Tað hevur gingið væl hjá hjálparfelagsskapinum ADRA at selja hús í Kenya. Fleiri føroyingar hava eisini keypt hús til heimleys flóttarfólk í hesum afrikanska landinum.

Í mars mánaði í ár skipaði ADRA fyri einum serstøkum tiltaki í Føroyum, har m.a. tvær gospelkonsertir við donsku songkvinnuni Etta Cameron vóru á skránni.

Við hetta høvið var møguligt hjá fólki at keypa hús til flóttarfólkini. Og beinanvegin vóru tað um 50 føroyingar sum keyptu hús í Kenya.

Hetta sama tiltakið er haraftrat sett í verk í Danmark, og í dag kann staðfestast at meiri enn helmingurin av teimum í alt 500 húsunum eru keypt.

Hvørt húsið kostar 3200 krónur, men møguleiki er eisini at keypa ein part í einum húsi.

- Tey fyrstu 900 húsini og ein skúli eru longu bygd við stuðli frá Danida, og tey næstu 350 húsini standa í løtuni í gerð.

- Men talið av flóttafólkum og heimleysum er framvegis sera stórt. Tí vilja vit fegin hjálpa enn fleiri familjum at fáa sítt egna heim, verður sagt úr ADRA.

Hesin felagsskapurin arbeiðir út frá teimum bíbilsku prinsippunum um at elska næstan sum sjálvan seg. Íalt arbeiða 4000 starvsfólk hjá felagsskapinum kring allan heimin, og verður arbeitt beinleiðis í 120 londum.


Vilja vera við

Tað er kortini ikki bert vanligi føroyingurin, sum hevur veitt donsku deildini av hesum altjóða hjálparfelagsskapinum stuðul. Landsstýrið hevur eisini avgjørt at stuðla verkætlanini í Kongo.

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard hevur á fundi við ADRA upplýst, at føroyingar sjálvir ynskja at veita menningarstuðul og neyðhjálp, har tað er neyðugt.

Sjálvur vildi hann ikki yvirfyri ADRA-umboðunum seta tøl á hansara ambisjónir fyri føroysku menningarhjálpini.

- Men eg vil kortini siga, at vit fegin vilja hagar, har heimurin kring okkum fer at leggja merki til Føroyar og okkara arbeiði, segði hann.

Í samrøðuni við ADRA-umboðini metti løgmaður felagsskapin sum virknan, við veruleikakendum og lætt gjøgnumskygdum verkætlanum.

- Tað er ikki trupult at fáa eyga á týdningin av at geva heimleysum flóttarfólkum tak yvir høvdið og eina nýggja byrjan í lívinum.

- Her vilja vit fegin verða við, segði Jóannes Eidesgaard.