Fyrstu 48 tímarnir eru avgerandi

Um neyðtikin kvinna ikki meldar neyðtøkuna til løgregluna innan 48 tímar, verður hon ikki kannað, og øll prógv fara fyri einki.



Tá ein kvinna er vorðin neyðtikin og vendir sær til løgregluna, verður neyðtøkan meldað sum eitt og hvørt annað mál.
Um neyðtøkan var framd minni enn 48 tímar frammanundan, verður kvinnan send til gynekologiska kanning fyri at tryggja møgulig spor, ið kunnu nýtast sum prógv.
Sporini eru til dømis, DNA, sáð, hár og riftir. Á klæðunum ið kvinnan var í, kann prógv eisini finnast. Um kvinnan hevur sjónlig merki á kroppinum, so sum blá merki, riftir, blá eygu ella hár er roytt úr, verða myndir tiknar av hesum.
Besti møguleikin er at finna prógv um neyðtøkan varð framd minni enn 24 tímum frammanundan. Og klæðini skulu eisini kannast skjótast gjørligt, tí DNA kann eisini koma frá øðrum støðum.
Um ein kvinna hevur brúk fyri meiri enn 48 tímum at umráða seg í, áðrenn hon velur at melda, verða ongar royndir gjørdar. Verður bíðað við at melda, kann tað vera sera ringt at útvega prógv til sakarmálið. Tá endar tað ofta við, at orð stendur móti orði, tí tað eru sjáldan vitni til neyðtøkumál.
Grundin til at kvinnan ikki kann fara á sjúkrahúsið og tryggja prógvini og síðan kann fara heim at avgera um hon vil melda, er at landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at tey ikki vilja nýta pening og læknar at tryggja prógv, ið møguliga ikki verða nýtt.
 
 


Brot á straffilógina
 
Siðamisbrot, m.a. neyðtøka, ið var meldað til løgregluna
1997  23
1998  25
1999  38
2000  28
2001  21
2002  42
2003  14
2004  15
2005  28