Føroyski Sonni Zachariassen dømdi herfyri fyrstu dystir sínar sum altjóða flogbóltsdómari. Hetta gjørdi hann á sonevnud Nevza-kappingini í Onglandi. Sonni hevur hesar dagarnar havt nógvar dómarauppgávur. Tvær ferðir fyrstidómari, eina ferð annardómari og tríggjar ferðir eykadómari.
Størsta og mest krevjandi uppgávan var dysturin sum fyrstidómari millum Danmark og Svøríki hjá dreingjunum.
Ígjøgnum alla kappingina hevur innanhýsis eygleiðing verið, og Sonni fekk góð skotsmál fyri dømingina í dystinum millum Svøríki og Danmark og fyri kappingina yvirhøvur, umframt at hann hevur fingið góð ráð frá øðrum og meira royndum dómarum.