Fyrstu bachelor-prógvini í føroyskum

Hósdagin 10. november 2005 fingu teir fyrstu sjey studentarnir handað bachelor-prógv (B.A.-prógv) í føroyskum eftir lestur á Føroyamálsdeildini.

Próvtøkan endaði við eini B.A.-ritgerð. Tey sjey hava skrivað ritgerðir um
evni sum bókmentir í bundnum og óbundnum máli, sjónleik, føroysk bygdamál og
fólkanavnafrøði. Handanin var á Føroyamálsdeildini.

Prógvhandanin byrjaði við at megindeildarformaðurin, Eivind Weyhe, beyð
vælkomin og greiddi frá, at eftir at lesturin á Føroyamálsdeildini varð
umskipaður, soleiðis ið hann nú er skipaður sum eitt 3-ára B.A.-nám og í
framhaldi av tí við einum 2-ára M.A.-námi, fingu í dag 7 teir fyrstu
studentarnir prógv handað.

Síðan bað Eivind studentarnar koma upp, men segði hann, ein hevði verið
kvikari enn hinir og hevði longu fingið prógvið handað, men hann vildi kortini biðja
hana koma upp. Síðani bað hann Victoriu Absalonsen av Viðareiði koma upp og
ynskti henni til lukku við próvnum.

Føroyamálsdeildin vil kortini gera vart við at 3 studentar, sum hava lisið høvuðsgrein eftir teirri gomlu skipanini og hava tikið nóg nógv til at tað javnvigar við B.A., hava fingið góðskrivað tað sum B.A.-prógv.