info
Ongi úrslit

Fyrstu elbussarnir til Bussleiðin koma mánadagin

Næsta mánadag koma teir fyrstu elbussarnir til Bussleiðina í Havn

Eirikur Lindenskov
3. mai 2023 kl. 20:45

Tað er lastbilaverkstaðið Gervi á Hjalla, sum umboðar bussarnar, sum eru av slagnum Iveco.

– Umboð fyri verksmiðjuna hava verið í Føroyum og roknað seg fram til, hvussu stór battarí bussarnir skulu hava, og so verða tey gjørd eftir tí, sum tørvurin er, sigur Eyðbjørn Johansen hjá Gevi.

Hann sigur, at bussarnir eru g jørdir til at kunna koyra ein heilan dag við einari løðing, og skulu teir løða um náttina, so teir eru klárir at koyra næsta dag.

Bussurin hevur battaríini uppi á takinum, og talan er um stór batt­ arí, sum eru 420 kW. Tað er tað sama sum einir fimm­seks vanligir elbilar hava.

Myndin er ikki tøk

Bussurin er soleiðis serbygdur til rutuna, og sum skilst er tað soleiðis, at elbussar verða g jørdir, at teir verða skraddaraseymaðir til eina ávísa rutu.

Men elbussar eru dýrir, teir kosta umleið hálvaaðru ferðir so nógv, sum ein vanligur bussur.

Tað er HZ Bussar, sum røkir Bussleiðina í Havn. Tað var avtalað við Tórshavnar býráð, at tveir av bussunum, hesaferð bussarnir vóru skiftir út, skuldu vera elbussar. Men umframt hesar báðar elbussarnar, so kemur ein annar vanligur buss­ur, sum skal røkja Bussleiðina til Kollafjarðar. Tann bussurin er uttan tann sami, sum teir, ið nú koyra í Havn, men er øðrvísi innan.

Heðin Zachariassen, sum eigur og rekur HZ Bussar, hevur áður sagt við Sosialin, at báðir teir nýgg ju el­bussarnir verða settir í koyring á leið 4, har tveir bussar eisini koyra nú, og sostatt er gjørt av at gera ta rutuna til eina royndarrutu.

Myndin er ikki tøk

Tað er rutan, sum í hvøuðsheiti­ num koyrir á strekkinum millum Glasir, Gundadal, undir Brunni, Landssjúkrahúsið og Skúlan á Fløtum.

Heðin Zacharisen segði við Sosialin, at bussurin skal á pappíri­ num kunna koyra 340 kilometrar upp á eina løðing. Hann væntar tó ikki, at bussarnir fara at klára meira enn 240 kilometrar, og tað hevði hann verið nøgdur við.

Í somu samrøðu segði Heðin Zachariassen eisini, at tá ið el­ bussarnir eru royndir í verki í eina tíð, verður málið so tikið uppaftur við Tórshavnar býráð fyri at fáa greiði á, um tað ein gongd leið at halda fram við elbussum. Og verður niðurstøðan, at hetta er ein gongd leið, skal ein leistur legg jast fyri, hvussu rutunetið hjá Bussleiðini kann byggjast út við elbussum.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

35 minuttir síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

4 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

4 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

5 tímar síðan