TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Durita Hummeland (EB/Streymur/Skála) og Atli Gregersen (Víkingur) blivu kunngjørd at verða ársins verjuspælarar í føroyskum fótbólti.
Durita Hummeland møtti ikki at taka ímóti heiðrinum, men tað gjørdi liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sum eisini er liðskipari hjá landsliðnum.
Atli Gregersen staðfestir, at hetta er fyrstu ferð, at hann fær hendan heiðurin, men hann gevur teimum defensivu viðleikarunum á Víkinga-liðnum heiðurin, og helt fyri, at hesin heiðurin mátti deilast í minst sjey partar.