Fyrstu ferð kvinna verður Ársins leiðari

Ein kvinna og ein maður verða hesaferð kosin Ársins leiðarar. Hvørji tey eru, verður avdúkað hin 1. mars 2013 á Ársins leiðaradegi, sum henda dag verður á Hotel Føroyum.

Synergi, sum skipar fyri degnum, sigur, at seks sterkir toppkandidatar til Ársins leiðarar 2013 eru funnir, tríggir innan privata vinnulívið og tríggir innan tað almenna.

- Tó vita vit longu nú, at innan tað almenna verður ein kvinna Ársins leiðari, og innan tað privata verður tað ein maður.

Støðan er nevniliga tann, sigur Synergi, at innan tað almenna eru øll á topp 3 listanum kvinnur, og innan tað privata eru øll á topp 3 listanum menn.

- Eingin kvinna er áður kosin Ársins leiðari, hóast hetta er níggjunda árið á rað, at Ársins leiðari verður kosin. Fleiri kvinnur hava verið á topp 3 listanum, bæði hjá tí almenna og privata gjøgnum árini, men ongantíð er ein kvinna strokin avstað við heiðrinum, men í ár verður tað.

Í 2012 gjørdist Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Ársins privati leiðari og Hanus Joensen, stjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, gjørdist Ársins almenni leiðari.??

- Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar og hevur áhugin verið sera stórur.

Synergi sigur, at topp 3 kandidatar innan tað almenna - í tilvildarligari raðfylgju - eru Annika Sølvará, stjóri (Granskingarráðið?), Halldis Joensen, leiðari (Heimið við Vallalíð) og ?Salua Manai, leiðari (Margarinfabrikkin).

Top 3 kandidatar innan tað privata - í tilvildarligari raðfylgju - ?Ólavur Asafson, stjóri (KJ-Hydraulik), ?Jens Meinhard Rasmussen, stjóri (Skansi Offshore) og ?Kristian Martin Rasmussen, stjóri (Christian í Grótinum).