Vitjanin var liður í átaki Kommunuskúlans at bjóða teimum yngstu fjølbroyttari fimleikatímar, har tey vitja ítróttafeløg í býnum og royna ymiskar ítróttagreinar.
Hetta er annað árið, skipanin virkar, og henda dagin høvdu tey smáu ein fínan dag á Havnar vág saman við Knørrafelagnum. Hjá teimum flestu var hetta eisini fyrsta ferðin, tey vóru í árabáti, og tað dámdi teimum frálíka væl.