Fyrstu ferð: Tvær merktar grindir samstundis

Saman við merkingini í Bø hin 6. juni er fyri fyrstu ferð eydnast at hava tvær merktar grindir samstundis

16. juni 2020 merkti Havstovan eina grind í Havn, har fýra hvalir í einum lítlum bólki uppá 12 hvalir fingu sendarar festar á hornið.

Saman við merkingini í Bø 6. juni er fyri fyrstu ferð eydnast at hava tvær merktar grindir samstundis. Merkingin í Havn er hin níggjunda í røðini við merkingum við fylgisveina-sendarum, fyri at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grindahvali í Norðurhøvum.

– Tað gekk væl at merkja grindina í Havn, takkað verið góðari hjálp frá grindaformonnum, fólki á báti og hjálp á landi, og tað er Havstovan sera takksom fyri, skrivar Havstovan.

Grindin, ið varð merkt í Havn, ferðaðist fyrsta samdøgrið út móti Sandoyarbanka, og er síðan farin suðuryvir, út móti Hetlandsrennuni, og er nú á triðja degi 40 fjórðingar suður úr Akrabergi. Allir fýra hvalirnir eru saman.

Merkta grindin í Bø lá suður av Ytsta Banka, men seinastu dagarnar hava báðir hvalirnir ferðast í ein útnyrðing, inn í íslendskan sjógv, og er grindin nú 300 fjórðingar úr landi, á eini leið har dýpið er 2.500 metrar.

Í merkingini í Havn gjørdi Jan Hammer Egholm upptøkur við dronu, ið hann hevur verið so beinasamur at lata Havstovuna nýta. Upptøkurnar kunnu síggjast her.

##med2##