Fyrstu ferð á ólav­søku sum 19 ára gamal

- Ólavsøkurnar, sum eg minnist serliga væl, eru sjálvandi tær, har eg sum løgmaður fimm ferðir fekk tann framíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard

 

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

- Síðan 1991 havi eg sambært lóg verið bundin av at møta upp á ólavsøku. Tey tjúgu árini frá 1991 til 2011 skuldi eg sum tingmaður ella landsstýrisfólk møta til setanina av løgtinginum. 

Tað sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann leggur aftrat í hesum sambandi, at tey hesi árini ofta vóru á Tvøroyri um ólavsøkuna.

- Eg kann minnast, at eg nøkur ár fór norður ólavsøkumorgun fyri at møta til setanina og so suður aftur um kvøldið, sigur hann.

 

Jóannes vísir á, at eftir at tey fluttu til Havnar at búgva, gjørdust tey meira ólavsøkuvertir enn ólavsøkugestir.  

- Í mínum ungu árum var eg ikki fastur gestur á ólavsøku. Fyrstu ferð, eg var á ólavsøku, var í 1970. 

Hetta árið minnist hann sera væl.   

- Eg var tá 19 ára gamal og hevði fingið studentahúgvuna á høvdið. Tá var ein ungur og forvitin, og heimurin lá opin við møguleikum. 

Hann sigur seg minnast hesa ólavsøkuna sera væl - eisini tí, at pápi hansara fylti 50 dagin eftir ólavsøku.   

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Besta við tjóðarhátíðini er, at størsti parturin av fólkinum savnast í høvuðsstaðnum í góðum hýri og í fínasta skrúð. 

Jóannes Eidesgaard vísir á, at ólavsøkan eisini er serlig, tí fólk vilja koma hvørjum øðrum við á ein góðan og hátíðarligan hátt. 

Serliga heldur hann, at gudstænastan í Havnar kirkju er so hátíðarkend. 

- Tingfólk, landsstýrisfólk, embætisfólk, prestar og vit onnur sessast í kirkjuni ólavsøkumorgun, og hetta er so savnandi. 

Hann heldur fyri, at neyvan finst betur sálmasangur enn hesa løtuna í Dómkirkjuni. 

- Løtan seinni uppi á Tinghúsvøllinum við kórsangi er eisini serliga hugtakandi, heldur hann.

 

Jóannes Eidesgaard vísir á, at av øðrum, sum hann vanliga vitjar á ólavsøku, er kappróðurin, kappsvimjingin á molanum og okkurt ár eisini midnáttarsangurin.

Hann heldur, at tiltakið við felagssangi á midnátt er genialt, tí øll gerast náttúrliga í góðum hýri av at syngja saman. 

- Túsundtals fólk savnað á einum staði við góðum sangi og síðan onkrum kvæði ger, at ongar ósemjur uppstanda. Har er bara góður hýrur.  

Hann heldur, at løtan úti á Høgukai, har gomlu træskipini liggja og harmonikan rungar, er eisini eina vitjan verd. 

- Annas er privati blíðskapurin á ólavsøku hugtakandi, har allar hurðar standa víðopnar. 

Er okkurt tú saknar við ólavsøkuni? 

- Trupulleikin við  ólavsøkuskránni er, at har eru so nógv tiltøk, at trupult er at velja, hvat ein skal fara til. Hetta er galdandi fyri bæði børn og vaksin, sigur Jóannes Eidesgaard. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Ólavsøkurnar, sum eg minnist serliga væl, eru sjálvandi tær ólavsøkur, har eg sum løgmaður fimm ferðir fekk tann framíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni úr Tinghúsinum og oman í Dómkirkjuna. Hetta var nakað heilt serligt, ásannar fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og tingmaður.